Uttanlands

Kann bretsk oljuleiting lata dyrnar upp til Føroyar?

Tann spurningin setir ein av fremstu greinarunum innan oljuleiting hjá bretsku ráðgevarafyritøkuni Wood Mackenzie, Adam Wilson.

2018-12-18 16:44 Author image
Jan Müller

Adam Wilson luttók á stóru PETEX ráðstevnuni í London herfyri, har eisini Føroyar vórðu umboðaðar við egnum landabási hjá Jarðfeingi.

Eftir ráðstevnuna hevði kunningarmiðilin hjá Wood Mackenzie, “Europe Upstream” grein við samrøðu við Adam Wilson, har hann staðfestir, at meðan oljuleiting á bretska landgrunninum hevur verið í einum aldudali í eina tíð, so bendir nú nógv á, at vend er við at koma í aftur. Og ein av orsøkunum til broyttu gongdina er m.a. vaksandi virksemið hjá oljufelagnum Siccar Point, sum tíðliga í komandi ári fer at bora ein brunn tætt upp at føroyska markinum. Og sami Adam Williams spyr, um ikki júst komandi brunnurin hjá Siccar Point kann vera við til at lata upp dyrnar til føroysku undirgrundina eisini.

 

[object Object]

Blackrock leitimiðið lykilin?

Adam Williams heldur fyri, at komandi boringin av Blackrock leitimiðinum millum oljukeldurnar Cambo og Rosebank og føroyska markið ikki einans vekir áhuga og ans í Bretlandi men kring allan oljuheimin.

Fyristøðufelagið Siccar Point fer við hesi boringini eftir somu goymslunum, sum liggja undir Cambo og Rosebank keldunum. Økið har Cambo, Rosebank og Blackrock liggja á sonevnda Corona Rygginum tætt við markið er mett at goyma 800 mió. tunnur av olju ella meira.

Henda sannroynd kveikir tí eisini lív í sera áhugaverdar møguleikar í Føroyum, sum liggja beint hinumegin markið.

“Strukturar í undirgrundini taka ikki hædd fyri landamørkum. Ein væleydnað boring á Blackrock leitimiðinum kann tí seta gongd á oljuleiting hjá lítlu grannatjóðini Føroyum,” skrivar kenda og virda bretska ráðgevarafyritøkan.

Samanber UK/Føroyar við Ísrael/Kypros

Kunningarmiðilin hjá Wood Mackenzie vísir síðani á líknandi støður aðrastaðni í heiminum, har nettupp væleydnað leiting í einum øki hevur fingið stóran týdning fyri leiting og fund í grannalagnum og tekur sum dømi fram øki í Miðalhavinum tvs. millum Ísrael og Kypros og síðani í Egyptalandi.

Kypros hevur nevniliga fingið gagn av væleydnaðu leitingini hjá oljufelagnum Nobel í Ísrael ikki færri enn tvær ferðir. Fyrst vóru tað gassfund í ísraelskum sjógvi, Tamar og Leviathan, sum førdu til, at Noble gjørdi av at testa struktur, sum lá í kypriotiskum sjógvi í grannalagnum. Eftir hetta varð Aphrodite fundið gjørt í sjónum kring Kypros. Tá Eni gjørdi Zohrfundið í Egyptlandi varð tað eisini íblásturin hjá Eni og Total, sum fingu hesi feløg at leita og finna keldurnar Onisiforos West og Calypso, sum gingu tvørtur um mark.

Ljós framtíð fyri Føroyar

Og verður Blackrock brunnurin, sum liggur nærum á markinum millum Bretland og Føroyar, væleydnaður, so kann framtíðin gerast ljós fyri Føroyar, skrivar Wood Mackenzie.

“If Blackrock comes up trumps, the future could look bright for the Faroe Islands,” verður tikið til og verður lagt aftrat, at Føroyar hava roynt eitt sindur av hvørjum longu og upplivað, hvussu torført tað kann vera at koma á mál, tá tað snýr seg um oljuleiting í ókendari undirgrund.

“But it’s a country that's no stranger to dashed optimism, thanks to its tricky basaltic geology. Companies have drilled 9 offshore wells there, resulting in multiple dry holes and one stranded discovery. Plus last year’s licensing round was a damp squib. Will Blackrock be the spark to reignite exploration there?”, spyr nógv virda Wood Mackenzie ráðgevarafyritøkan.

Eingin ivi er um, at boringin av Blackrock-brunninum við markið í mars mánað næsta ár kann vera við til at venda gongdini í føroyskari oljuleiting. Hetta er eisini tað, sum oljufólk, ið føroyski Oljuportalurin hevur tosað við nú í eina tíð, hava tikið fram sum ein møguleika.

Jarðfeingi aftur lagt til brots

Á Jarðfeingi, sum eisini hevur tikið upp samskifti við fleiri av oljufeløgunum, ið arbeiða hinumegin markið, eru tey sum skilst eisini av røttum spent um gongdina. At 4. útbjóðing ikki gekk sum ætlað hevur á ongan hátt tikið mótið frá teimum, og tí hava tey eisini aftur lagt til brots fyri at kunna um møguleikarnar í føroysku undirgrundini á altjóða messum og ráðstevnum. Umboð fyri Jarðfeingi eru júst afturkomin av enn eini oljumessu í London, har royndi føroyski jarðfrøðingurin Heri Ziska saman við øðrum serfrøðingum á stovninum hava greitt altjóða oljuumhvørvinum frá møguleikunum á føroyska landgrunninum.

Herfyri vóru eisini umboð fyri føroyska veitingarvinnu á kanningar- og kunningarferð í Aberdeen bæði fyri at kunna seg um vaksandi virksemið eystan fyri føroyska markið og fyri at kunna bretsk olju- og veitingarfeløg um tær mongu tænastur, ið Føroyar og føroysk vinna kunnu veita til olju- og gassmenningina eystan fyri Føroyar eins og til framtíðar leitivirksemi á føroyska landgrunninum.

Heimsins størsti boripallur hendavegin

Tíðliga í mars mánað kemur so heimsins størsti boripallur “Great BrightWhite” á leiðirnar við markið at bora Blackrock leitimiðið fyri oljufelagið Siccar Point. Vónirnar til at finna olju í undirgrundini eru stórar. Men uttan mun til úrslitið av hesi boringini, so fara Siccar Point og Shell eftir øllum at døma at geva grønt ljós til útbygging av Cambo oljuleiðini nærhendis. Og tá keypið hjá norska Equinor av nærum helvtini av grannakelduni Rosebank frá oljufelagnum Chevron í næstum er komin uppá pláss, tá byrja av álvara fyrireikingarnar til enn eina stóra útbygging eystan fyri Føroyar. Tað er tí ein sannroynd, at mong eygu í oljuheiminum og eisini í Føroyum hyggja eftir hesum ávísa partinum av tí vit rópa “Atlantsmótinum”.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]