Uttanlands

Kavaódn í USA fær oljuprís at hækka til 65 dollarar

Stórur partur av oljuframleiðsluni í USA er uppsteðgað og hevur tað ávirkan á oljuprísin

2021-02-18 12:47 Author image
Jan Müller

[object Object]

Oljuprísurin hevur verið støðugt vaksandi seinastu tíðina, og nú hevur kavaódn í USA fingið prísin at hækka til omanfyri 65 dollarar fyri tunnuna. Kuldi og kavi serstakliga í suðurstatunum so sum Texas hevur lagt 40% av amerikonsku olju- og gassframleiðsluni lamna. Hetta er hægsti prísurin í meira enn eitt ár.

Avleiðingin av kalda veðrinum er, at amerikanska oljuframleiðslan er minkað við meira enn 4 mió. tunnum um dagin. Greinarar vilja vera við, at USA í ár og næsta ár fer at innflyta aftur olju til egna nýtslu. Amerikonsku oljugoymslurnar eru eisini minkaðar við 6 mió. tunnum skrivar Energy Voice. 

Oljuprísurin er longu hækkaður 25% í ár. Hetta fær greinarar at halda, at Saudi Arabia longu frá apríl fer at hækka framleiðsluna aftur. Opec+ londini møtast aftur á fundi í mars at viðgera støðuna. Orkuráðharrin í Saudi Arabia mælir limalondunum til at vera varin og ikki leypa framav við í ótíð at økja aftur um framleiðsluna, nú avmarkingarnar hava havt so stóran prísvøkstur við sær. 

Støðan í Texas 
Støðan í Texas er vorðin rættiliga álvarslig, nú stórur partur av elveitingini til húsarhald og fyritøkur er slitnað. Hetta kann gerast ein vanlukka fyri statin og hevur Joe Biden, forseti lýst undantaksstøðu í Texas. 
 
Tey, sum brúka nátúrgass, eru best fyri, og í hesum sambandi hevur kjak tikið seg upp um grøna skiftið, har røddir eru frammi um ikki einans at skerja og fara heilt burtur frá olju men eisini nátúrgassi. Framstandandi republikanarar brúka verandi støðu til at vísa aftur mest víðgongdu talsfólkunum fyri grønari orku burturav og vísa á, at eitt land sum USA kann ikki vera eitt nú nátúrgass fyriuttan skal man kunna klára seg í støðum við slíkum kuldaveðri, sum nú leikar í.  
 
Keldur: CNN, Bloomberg, Reuters og Energy Voice
 

[object Object]