Innanlands

Kilenar fáa góð ráð frá føroyingum at fyrireika landgrunskrøv

Seinastu dagarnar hava umboð fyri kilenskar myndugleikar viðjað í Føroyum fyri at fáa góð ráð til at fyrireika landgrunskrøv

Frá fundinum á Jarðfeingi millum føroyingar og kilenar

Frá fundinum á Jarðfeingi millum føroyingar og kilenar

2018-09-02 11:53 Author image
Jan Müller

Seinastu dagarnar hava  tríggir gestir úr Kili vitjað í Føroyum fyri at kunna seg og fáa góð ráð um viðurskifti av týdningi fyri teirra fyrireikingar at skjalprógva rættin hjá Kili til landgrunn út um 200 fjórðingamarkið. Tað skrivar Jarðfeingi á síni heimasíðu.

Meðan Føroyar longu í 2009 og 2010 lótu landgrunsnevnd ST (CLCS) síni landgrunskrøv, ávikavist í Norðurhøvum og á Føroya-Rockallháslættanum sunnan fyri Føroyar, so arbeiðir Kili nú við at fyrireika síni landgrunskrøv í Kyrrahavinum.

Tí hevur Kili heitt á limirnar í føroyska landgrunstoyminum, Bjørn Kunoy og Finn Mørk, um ráðgeving í sínum fyrireikingum. Við tað at Jarðfeingi, við Martin V. Heinesen, hevði leiðsluna í okkara landgrunsverkætlan, er Jarðfeingi vertur fyri vitjanini. Martin er í løtuni á fundi í landgrunsnevndini í New York.

Kilensku gestirnir fóru av landinum aftur í vikuskiftinum.