Uttanlands

Kina gevst at fíggja kolaorkuverk í útlandinum

Tað kunngjørdi kinverski forsetin samtíðis sum aðalfundur var í ST týsdagin

2021-09-22 12:34 Author image
Jan Müller

Xi Jinping segði, at Kina fer at stuðla  grøna orkuskiftinum í menningarlondunum við m.a. at gevast við at fíggja kolafýrd orkuverk uttan fyri Kina. Tað er eitt ár síðani, at Kina boðaði frá, at tað ætlar at vera CO2 neutralt í 2060.

Tað hevur leingi verið funnist at Kina, sum stendur fyri størsta útlátinum í heiminum, nærum 30%, fyri ikki at fylgja øðrum londum við at seta sær neyvari mál fyri at minka um útlátið. Tað hevur leingi verið kent, at kinverska samfelagið er tætt bundið at streymframleiðslu frá tess hundraðtals kolaorkuverkum. Kol verður mett at vera størsti dálkarin av teimum fossilu brennievnunum.

Meira enn 70% av øllum kolaorkuverkum, sum verða bygd í heiminum í dag, verða fíggjað av Kina. Hetta skal nú broytast, tó at Kina framhaldandi fer at dúva uppá kolaorku, nakað, sum vekir stóra ónøgd millum tey lond, sum ganga á odda fyri at minka um útlátið. Kinverska stigið at gevast við fígging av kolaorkuverkum í menningarlondum verður sera væl móttikið á aðalfundinum í ST, har veðurlagsbroytingarnar hava sera høga raðfesting.

Amerikanski forsetin Joe Biden helt sína fyrstu røðu í gjár á einum ST aðalfundi og segði, at heimsins lond mugu samstarva meira fyri at steðga veðurlagsbroytingunum. Hann vísti á, at USA fer at tvífalda upphæddina landið letur fátækum londum í stríðnum móti veðurlagsbroytingunum.

Eitt av málunum á ST aðalfundinum er at seta meira ferð á tiltøk móti veðurlagsbroytingunum, og um nakrar vikur verður altjóða veðurlagsfundurin COP 26 hildin í Glasgow.

Alok Sharma, sum bretska stjórnin hevur sett at stjørna ráðstevnuni, hevur júst vitjað í Kina, har hann saman við amerikanska sendimanninum John Kerry hava roynt at leggja trýst á kinversku leiðararnar fyri at fáa teir at liva upp til málini frá Parísavtaluni í 2015, og her serstakliga at fara burtur frá at brúka kol á sínum orkuverkum.

Hetta er lættari sagt enn gjørt, tí í ár fer Kina at seta met í nýtsluni av koli í orkuframleiðsluni. So tað er ein langur vegur at koma á mál við at fáa heimsins lond at gevast heilt við at brúka kol. Men tað gongur eftir øllum at døma rætta vegin, eitt nú verður hetta raðfest høgt í Evropa. At USA nú eisini fer at stuðla menningarlondum við grøna skiftinum kann saman við avgerðini hjá Kina vera tað, sum skal fáa glið á málið.

Umhvørvisfelagsskapir kring heimin hava ynskt seinastu útmeldingini frá Kina vælkomna og vóna, at landið saman við USA fer at gera álvara av at fremja tiltøk, sum av álvara skulu steðga veðurlagsbroytingunum. Nú verður so upp til komandi veðurlagsráðstevnuna í Skotlandi at seta nýggj mál umframt at fáa lond at liva upp til tey málini, sum tey longu hava sagt seg vilja fremja.