Uttanlands

Kina mennir oljuvinnu við risapalli

Pallurin er tann størsti av sínum slag í heiminum og vigar 100.000 tons.

2021-01-27 12:56 Author image
Jan Müller

[object Object]

 

Meðan oljufeløg sum eitt nú BP hava valt at minka um oljuframleiðsluna, so er gongdin júst tann øvugta hinumegin jørðina. Í Kina hava tey júst sjósett ein av heimsins størstu olju- og gasspallum. Hetta er ein sonevndur “Semi-submersible” pallur, ið skal brúkast á djúpum vatni.  Hann  vigar  100.000 tons og skal arbeiða á eini stórari gasskeldu 150 kilometrar frá Hainan landslutinum í Kina. Tað er  kinverska oljufelagið CNOOC, sum stendur fyri  útbyggingini. Stóra gasskeldan varð funnin í 2014. Umframt CNOOC eru eisini Shell og Husky Oil partur av verkætlanini.  Pallurin  fer at arbeiða á 1500 metra dýpi. Gassið frá kelduni verður so flutt gjøgnum eina rørleiðing til Hong Kong.   

[object Object]