Uttanlands

Kinverskt oljufelag fer at bora eystan fyri Føroyar

Felagið er eitt av fleiri, sum í ár fara undir at leita eftir olju og gassi á Atlantsmótinum

Pallurin Island Innovater, sum í næstum fer undir at bora nýggjan leitibrunn eystan fyri føroyska markið fyri almenna kinverska oljufelagið CNOOC

Pallurin Island Innovater, sum í næstum fer undir at bora nýggjan leitibrunn eystan fyri føroyska markið fyri almenna kinverska oljufelagið CNOOC

2019-03-26 08:19 Author image
Jan Müller

[object Object]

CNOOC fer at bora í loyvinum 206 miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið.

 

Kinverska oljufelagið CNOOC International hevur gjørt sáttmála við norsku borifyritøkuna, Island Drilling um at leiga ein av tess pallum til eina spildurnýggja boriuppgávu millum Hetland og Føroyar. Almenna kinesiska oljjufelagið keypti nøkur ár herfyri kanadiska oljufelagið Nexen og hevur síðani tá sett kós móti olju- og gassleiðunum vestan fyri Hetland. Felagið hevur nøkur leitiloyvi har og hevur vón um at gera fund í hesum økinum, sum av alsamt fleiri oljufeløgum og íløgufeløgum verður mett at vera eitt nýtt kjarnuøki fyri altjóða oljufeløg. Her ikki minst leiðirnar eystan fyri føroyska markið.

CNOOC fer at seta á undirgrundina í loyvinum 206/21, ið tað eigur 100% og sum liggur sunnan fyri risastóru oljukelduna Clair, miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið. Tað hevur leigað boripallin Island Innovator til uppgávuna, sum fer at taka 60 dagar. Sett verður á at bora á Howick leitimiðinum í øðrum ársfjórðingi í ár.

[object Object]

Hetta kortið vísir framleiðandi keldurnar á Atlantsmótinum og økini, har leitað verður umframt keldurnar, sum skulu útbyggjast til framleiðslu. Howick leitimiðið, hahar CNOOC fer at bora, liggur sunnan fyri Clair kelduna.

Felagið hevur so eisini í hyggju at bora enn ein leitibrunn longur norðuri á Atlantsmótinum, í Cragganmore økinum, sum helst verður partur av einum møguligum komandi gass-hubbi, eisini nevnt ”Northern Gas Area”. Tað er í hesum økinum, á Lyon leitimiðinum, at oljufelagið Siccar Point fer at bora ein leitibrunn um fáar mánaðir við sama palli, sum nú borar nærhendis Cambo oljukelduni.

Í løtuni verður ein týðandi leitibrunnur boraður á Atlantsmótinum. Tað er á Blackrock leitimiðinum, har heimsins størsti boripallur, Ocean Greatwhite setti á at bora fyri umleið tveimum vikum síðani. Tann boringin fer fram bert tveir kilometrar frá føroyska markinum.

[object Object]