Uttanlands

Koppingarevni móti korona fær oljuprís at hækka

Oljuprísurin hækkaði í morgun við 10 prosentum til 43,46 dollarar fyri tunnuna - eftir tíðindi um nýtt koppingarevni móti korona

2020-11-09 17:04 Author image
Jan Müller

[object Object]

Tíðindini um at amerikanska fyritøkan Pfizer skjótt kann bjóða fram eitt koppingarevni móti Covid-19 virus hava longu fingið avleiðingar kring allan heim.

Hetta hendir eisini á oljumarknaðinum, har prísurin eftir tíðindini í morgun er hækkaður við 10 prosentum til 43,46 dollarar fyri tunnuna.

Hetta ber boð um, at eftirspurningurin eftir olju og gassi kann fara at vaksa aftur, og tað skapar størri bjartskygni á oljumarknaðinum og ávirkar harvið eisini oljuprísin.

Nýggja koppingarevnið gevur oljuframleiðarum vón aftur um, at virksemið og harvið eftirspurningurin aftur fer at vaksa - og tað eisini nógv skjótari enn higartil hildið. Tíðindi koma um somu tíð, sum ein stórur partur av heiminum upplivir eina nýggja bylgju av koronasmittu. 

Nýggja koppingarevnið hevur verið roynt í eina tíð og vísir úrslitið, at tað kann geva 90% trygd fyri, at tann koppsetti ikki verður smittaður.