Uttanlands

Lækkingin heldur fram: Oljuprísurin undir 60 dollarar

Oljuprísurin fór fríggjadag undir 60 dollarar. Hann lækkaði til góðar 58 dollarar fyri tunnuna.

2018-11-23 23:08 Author image
Jan Müller

 Tað er ein lækking uppá 4 dollarar í mun til dagin fyri, tá hann var umleið 62 dollarar fyri tunnuna. Hetta er tað lægsta síðani oktober 2017. Fyri góðum mánaði síðani var oljuprísurin góðar 86 dollarar. Vaksandi útboð bæði frá USA og OPEC umframt tekin um ein veikari heimsbúskap eru høvuðsorsøkirnar til príslækkingina sambært CNN.

 

Fleiri íleggjarar bera ótta fyri, at handilssamráðingarnar millum USA og Kina skulu fara skeiva vegin og harvið steðga vøkstrinum í altjóða búskapinum og harvið eisini eftirspurninginum eftir olju. Vøksturin í týðandi londum sum Japan og Týskalandi er longu farin at lækka.

 

Hóast Opec hevur boðað frá, at tað fer at lækka framleiðsluna á fundi í desember, so meta eygleiðarar, at henda lækkingin kemur ov seint til at ávirka oljuprísin. Saudi Arabia og hini Opec-londini arbeiða fyri at lækka framleiðsluna við upp til 1,5 mió. tunnur frá desember. Heimurin brúkar í dag 95 mió. tunnur um dagin. Um somu tíð roynir Saudi Arabia at verja seg fyri álopum í sambandi við Kasjoggi morðið, og í hesum sambandi roynir landið at fáa hjálp frá USA. Trump forseti ynskir at verja Saudi Arabia fyri at varðveita ein lágan oljuprís og helst at fáa hann uppaftur longur niður. So Saudi Arabia er í eini sera torførari støðu, tó meta eygleiðarar, at landið fer at lækka framleiðsluna frá desember.

 

Fundurin í Opec 6. desember verður mettur at fáa sera stóran týdning fyri altjóða oljumarknaðin. Ein avtala tá um at lækka framleiðsluna kann lyfta oljuprísin upp eftir aftur. Eygleiðarar halda, at oljuprísurin tá fer at hækka til 70 dollarar fyri tunnuna sambært Reuters tíðindastovuni. Fyri Saudi Arabia snýr tað seg um antin at akta Trump ella at taka stig til at fáa ein hægri oljuprís við at lækka sína framleiðslu.

 

G20 londini fara á fund í Argentina seinast í november og fara USA og Kina tá at finna eina loysn á handilsósemjuni millum londini, so kann tað fáa ávirkan á oljuprísin. Men hendir hetta ikki so kann prísurin antin standa í stað ella lækka uppaftur meira.

 

Lágu oljuprísirnir koma annars sera væl við fyri mong lond eitt nú India, sum hevur verið hart rakt av høgu bensinprísunum. Bensinbrúkarar kring allan heimin fegnast um lága oljuprísin.