Uttanlands

Lagnan hjá Sullom Voe avgjørd í næstum

BP fer nú at taka endaliga støðu til, um oljan frá Clair leiðini  á Atlantsmótinum framhaldandi skal flytast til Sullom Voe terminalin í Hetlandi

Terminalurin á Sullom Voe í Hetlandi hevur í mong ártíggju tikið ímóti oljuni frá risastóru Clair kelduni eystan fyri Føroyar. Nú skal BP avgera, um tað framhaldandi skal flyta oljuna til Hetlands.

Terminalurin á Sullom Voe í Hetlandi hevur í mong ártíggju tikið ímóti oljuni frá risastóru Clair kelduni eystan fyri Føroyar. Nú skal BP avgera, um tað framhaldandi skal flyta oljuna til Hetlands.

2020-12-12 14:17 Author image
Jan Müller
 
O
[object Object]
 
Oljan frá Clair Ridge pallinum eystan fyri Føroyar fer í løtuni gjøgnum rørleiðing til terminalin í Sullom Voe. 
 
 
Stórur partur av oljuni og gassinum, sum verður tikið upp úr undirgrundini á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar, hevur seinastu mongu árini verið fluttur til oljuterminalin Sullom Voe í Hetlandi. Her er fyrst og fremst talan um oljuna frá Clair leiðini, har BP er fyristøðufelag.
 
Sullom Voe hevur stóran týdning fyri hetlendska búskapin, og tí eru mong eygu vend móti bretska oljurisanum í hesum døgum - hvørja avgerð felagið fer at taka til framtíðina hjá hesum týðandi arbeiðsplássinum í Hetlandi. Tað kann eftir øllum at døma ganga báðar vegir. Beint nú samráðast BP og høvuðseigarin av Sullom Voe, EnQuest, um framtíðina hjá oljuterminalinum, sum umframt inntøkur til Hetland eisini heldur lív í mongum arbeiðsplássum.
 
Avgerðin hjá BP fær stórar avleiðingar fyri Sullom Voe ikki minst uppá longri sikt. Ì fjør varð nógv tosað um, at BP fór at gevast við at flyta oljuna frá Clair umvegis rørleiðing  til Sullom Voe, og at tað fór at hava við sær, at oljuterminalurin fór at stongja í 2025.
 
Nú um dagarnar segði ein umboðsmaður fyri BP, at felagið saman við tess partnarum á Clair leiðini, hava umrøtt ymsu møguleikarnar og fara nú at taka avgerð um, hvat skal henda við tess flutningi av oljuni á Atlantsmótinum í framtíðini. Ein møguleiki hjá BP er at leypa um Hetland og flyta oljuna beinleiðis á marknaðin eitt nú til raffinarí í Skotlandi. 
 
Shetland Islands Council, sum tekur sær av arbeiðinum í havnini í Sullom Voe, er partur av samráðingunum. Stjórin har, Maggie Sandison, sigur við Shetland Times, at umstøðurnar hjá BP at kunna  halda fram við flutninginum til Sullom Voe, eru so mikið góðar sum tilber. Hon heldur tilboðið, sum BP hevur fingið frá EnQuest er so mikið gott, at tað veruliga eigur at umhugsað at taka av.
 
Partur av øllum hesum máli er eisini framtíðin hjá oljupallum vestan fyri Hetland og í Norðsjónum, har miðjað verður ímóti at reka pallarnar við streymi úr landi frá eitt nú vindmyllum heldur enn at brúka gass frá sjálvari framleiðsluni. Her kemur ein sonevndur “interconnector” uppá 600MW millum Hetland og Skotland, eisini inn í myndina og er til umrøðu júst nú. Síðani kemur eisini avleiðingin av Covid-19.
 
Clair oljuleiðin liggur 75 km. í ein landnyrðing úr Hetlandi og varð funnin í 1977. Hon goymir umleið sjey mia. tunnur av olju. Fyrsta oljan varð tikin upp í 2018. Í dag  er framleiðsla frá tveimum leiðum á Clair oljukelduni, og tann triðja er á tekniborðinum til at verða útbygd. Hon varð løgd á hillina, tá Covid-19 rakti og oljuprísurin fór í botn. Nú verður so áhugavert at frætta, um BP fer at taka fram aftur umrøddu ætlan at útbyggja Clair South. 
 
Verður hugt longur fram í tíðina, so er eisini greitt, at Sullom Voe terminalurin, sum týðandi partur av infrastrukturinum á Atlantsmótinum, kann fáa týdning fyri møguliga framíðar føroyska oljuframleiðslu. Tað vil tíðin vísa. Hann verður so nevndur sum ein møguleiki til at hýsa olju og gassi úr føroysku undirgrundini í tilmælunum frá táverandi føroysku ráðgevandi bólkunum í sambandi við framtíðina innan olju og gass í Føroyum.
 
[object Object]