Uttanlands

Leita nú eftir gassi eystan fyri føroyska markið

Vónir eru um at finna nógv gass, nú borað verður eystan fyri Føroyar

2019-05-19 10:36 Author image
Jan Müller

[object Object]

Oljufelagið Siccar Point Energy, sum herfyri boðaði frá, at tað hevði borað ein lovandi brunn skamt frá føroyska markinum, nevndur Blackrock, er farið undir at bora enn ein leitibrunn eystan fyri markið, hesaferð nakað longri norðari og eystari frá markinum. Talan er um leitimiðið Lyon, sum verður hildið at goyma stórar nøgdir av gassi. Endamálið við hesi boringini er at rudda slóð fyri eini nýggjari framleiðandi gassleið á Atlantsmótinum lík henni, sum franska oljufelagið Total hevur ment og útbygt longur syðri, nevnd Southern Gas Area ella bara Laggan Tormore.

[object Object]

Frá at hava borað Blackrock leitimiðið tætt við føroyska markið er Siccar Point nú farið undir at borað Lyon leitimiðið, sum verður mett at goyma stórar nøgdir av gassi. Tað liggur eitt sindur longur norðari og eystari. Longur syðri er felagið Spirit Energy í ferð við at bora fyrsta brunnin av trimum á Warwick leiðini.

Verður nógv gass funnið í Lyon leitimiðinum, sum vónir eru um, er ætlanin, at tað skal vera kjarnin í einum spildurnýggjum gass ”Hubbi” vestan og norðan fyri Hetland, eisini nevnt ”Northern Gas Area”. Higartil eru funnar fleiri smærri gasskeldur í økinum so sum Tobermory, Cragganmore og Bunnehaven og er hugsanin, at tær skulu útbyggjast og binda í Lyon kjarnan. Sum er eru tær ov smáar at bera eina útbygging einsamallar. Men í einum ”hubbi” við Lyon sum kjarna gerast tær brádliga lønandi.

[object Object]

Stórar vónir eru til hesa stóru gassverkætlanina, tí hon kann vera byrjanin til eitt heilt nýtt undirstøðukervi á Atlantsmótinum, sum aftur kann fáa týdning fyri alt grannalagið, ið tá eisini kann koma at fevna um møgulig framtíðar gassfund á føroyska landgrunninum.

Lyon brunnurin verður boraður av pallinum Ocean Greatwhite, sum borifelagið Diamond Drilling eigur. Umframt fyristøðufelagið Siccar Point Energy er eisini oljufelagið Ineos partur av boringini. Hesi feløgini arbeiða eisini saman um útbygging av oljukelduni Rosebank, sum liggur í grannalagnum, og har norska Equinor er fyristøðufelag.