Uttanlands

Longboat Energy fyri fullum seglum

 Við føroyska stovnaranum á odda fer oljufelagið Longboat Energy undir tann fyrsta av sjey brunnum, sum skulu borast á norska landgrunninum

Graham Stewart, sum í dag býr í Edinburg, fer í næstum undir eina umfevnandi boriverkætlan í Norðsjónum. Hann er nevndarformaður í nýggja orkufelagnum Longboat Energy

Graham Stewart, sum í dag býr í Edinburg, fer í næstum undir eina umfevnandi boriverkætlan í Norðsjónum. Hann er nevndarformaður í nýggja orkufelagnum Longboat Energy

2021-07-27 15:52 Author image
Jan Müller

Eigararnir av oljufelagnum Longboat Energy, sum áður áttu stóran part av  Faroe Petroleum, eru við at skapa grundarlag fyri eini spennandi framtíð í norskari oljuvinnu. Felagið hevur keypt seg inn í 8 loyvi.

[object Object]

Ein teirra er Graham Stewart, sum varð maðurin, sum á sinni stovnaði føroyska  oljufelagið Faroe Petroleum. Longboat Energy varð stovnað í 2019 av teimum, sum stóðu á odda fyri Faroe Petroleum, ið varð uppkeypt av norska felagnum DNO sama ár fyri 900 mió. dollarar.  Graham Stewart, nevndarformaður  og Helgi Hammer, sum er stjóri í felagnum, halda, at teir hava møguleikar fyri at halda fram, har Faroe Petroleum mátti gevast, við at byggja upp eitt nýtt Norðsjóvarfelag, sum leggur seg eftir øllum lutum í vinnuni frá leiting og framleiðslu.

[object Object]
Helge Hammer er stjóri í felagnum.

Í juni mánað kunngjørdi Longboat, at tað hevði keypt seg inn í átta loyvi  á norska landgrunninum, sum fevnir um sjey leitibrunnar. Feløgini, sum Longboat samstarvar við, eru Equinor, Idemitsu  og Spirit Energy.  Longboat hevur útvegað umleið 350 mió. kr. til at fíggja avtalurnar og til sín part av boriútreiðslunum. Longboat fer eftir 104 mió. tunnum, sum kunnu geva meira enn 10 mia. kr. Longboat fer at eiga millum 9 og 25% ognarlut í teimum átta loyvunum. 

Í kunning til umheimin sigur Longboat, at tað í august mánað fer undir at bora tann fyrsta av hesum brunnum, leitimiðið Egyptian Vulture við boripallinum Wesrt Hercules. Fyristøðufelagið fyri hesa boring er Equinor og er ognarluturin hjá  Longboat 15%. Tað fer at taka fýra vikur at bora brunnin. Næsti brunnurin, sum er partur av keypinum hjá Longboat fer eftir leitimiðinum Rodhetta, har Longboat eigur 20%. Pallurin Scarabeo 8 verður brúktur til hesa boringina.  Er talan um eina væleydnaða boring, so kann fundið bindast í Goliat feltið út fyri Norðurnorra. Teir sjey brunnarnir verða boraðir komandi 18 mánaðirnar. 

[object Object]
Ein gamal kenningur frá oljuleitingini við Føroyar, West Hercules, skal bora fyrsta brunnin, sum Longboat Energy er partur av.

Helge Hammer, stjóri, sigur, at tey eru sera spent um at bora henda fyrsta brunnin, síðani felagið varð stovnað fyri skjótt tveimum árum síðani. Borivirksemið er annars við at taka seg upp aftur á norska landgrunninum eftir ringastu koronustøðuna og lágar oljuprísir. Tilsamans 17 leitibrunnar eru boraðir, harav teir 8 eru fund