Uttanlands

Longboat Energy hjá Graham Stewart fer nú til verka

Nýggja oljufelagið hjá Graham Stewart setir nú kós móti oljuleiðum í Norra og Bretlandi men útilokar ikki Føroyaøkið í framtíðini.

Graham Stewart ætlar sær ikki at sleppa kolventisvinnuni. Nú fer hann av álvara til verka aftur.

Graham Stewart ætlar sær ikki at sleppa kolventisvinnuni. Nú fer hann av álvara til verka aftur.

2019-11-14 10:14 Author image
Jan Müller

Nýggja olju- og gassfelagið, Longboat Energy, sum oddamenninir í fyrrverandi føroyska oljufelagnum, Faroe Petroleum, stovnaðu herfyri, fer nú av álvara til verka. Hetta skrivar Financial Times, ið endurgevur nevndarformannin í felagnum, Graham Stewart, sum sigur, at farið verður nú at  skráseta nýggja felagið á børsinum í London, og vónar hann, at tað ber til at útvega knappar 100 mió. kr. í partapeningi á íløgumarknaðinum. Felagið ætlar at brúka part av peninginum til at keypa upp leiti- og framleiðsluloyvi, sum eru ella vera tøk, nú fleiri oljufeløg í Norðsjónum rýma og harvið selja av sínum ognum. Tað er minni enn eitt ár síðani, at Graham Stewart stóð á odda fyri tí sera virkna oljufelagnum Faroe Petroleum, sum  varð uppkeypt av norska oljufelagnum DNO. Sølan, sum táverandi leiðslan í felagnum royndi at seta seg upp ímóti, gav leiðsluni so mikið av peningi, at hon nú hevur tikið stig til at stovna nýggja felagið.

Umframt Graham Stewart eru eisini aðrir frá gomlu leiðsluni við í nýggja felagnum, teirra millum Helge Hammer, sum verður stjóri í nýggja felagnum og Jonathan Cooper, sum verður fíggjarstjóri.

Graham Stewart sigur við Financial Times, at hann er spentur um  at kunna fara aftur á børsin við nýggja felagnum, og er ætlanin at halda fram á somu kós, sum varð galdandi, tá teir arbeiddu í Faroe Petroleum. Tvs. bæði at virðisøkja loyvi og ognir umframt at raðfesta leiting á einum altjóða støði.

Helge Hammer sigur við blaðið, at tað verður hansara uppgáva at standa á odda fyri eini strategi fyri felagið, sum skal vera fyrsta floks, og har teir fara at hyggja eftir ognum í bæði norskum og bretskum øki. Ætlanin er at gera nýggja felagið til eitt meðalstórt leiti- og framleiðslufelag.

Hann sigur víðari, at nýggja navnið á felagnum “Longboat Energy” er valt, tí tað sigur nakað um søguna hjá Faroe Petroleum. Tað merkir víkingaskip og við at brúka hetta heitið verður farið aftur til røturnar, sum eru Norra, Bretland og Føroyar, leggur hann aftrat.

Graham Stewart sigur í eini viðmerking til oljan.fo, at “Longboat" umhugsar fyrst og fremst møguleikar í Norðsjónum serliga men hann útilokar ikki eisini framyvir møguleikar í Føroyum. 

"Tað er tó enn ov tíðliga at siga, um Longboat kemur til Føroya aftur, sjálvt um tað í dag avgjørt  sær meira lovandi út á føroyska landgrunninum enn fyrr. Við teimum  drúgvu royndunum leiðslan hevur í Føroyum, so er upplagt at hyggja uppá Føroyar aftur," leggur Graham Stewart aftrat.