Uttanlands

Longboat hjá Graham Stewart og øðrum kannar uppkeyp

Hyggur eftir tryggum ognum at keypa upp í Norðsjónum

2020-02-10 20:17 Author image
Jan Müller

Nýggja oljufelagið hjá Graham Stewart og øðrum av leiðsluni í fyrrverandi Faroe Petroleum er í løtuni við at kanna møguleikar fyri at keypa seg inn loyvi í Norðsjónum og harvið gerast eitt nýtt og virkið oljufelag í hesum partinum av oljuheiminum.  Góða netverkið og sambondini fyrrverandi leiðslan í Faroe Petroleum hevur við aktørar á marknaðinum ger, at tað sær lovandi út at fáa gjørt avtalur.

Higartil eru settar 100 mió. kr. av tíl hesa nýggju íløguna. Longboat Energy evaluerar í løtuni nakrar møguleikar fyri at taka yvir loyvi í Norðsjónum. Í eini fráboðan frá felagnum verður sagt, at man hyggur eftir nøkrum prospektum í bæði norska og bretska partinum av Norðsjónum umframt aðrastaðni í Evropa. Her er antin talan um framleiðandi loyvi ella loyvi, sum nærkast framleiðslu. Felagið leggur seg eftir at finna ognir, sum liggja nærhendis framleiðandi oljukeldum tvs. har tað longu finst infrastrukturur.