Uttanlands

Maersk Drilling á virðisbrævamarknaðin

Maersk hevur ikki fingið nóg høgan prís fyri Maersk Drilling og ger nú av at koyra felagið á virðisbrævamarknaðin

2018-08-17 12:13 Author image
Jan Müller

 Leiðslan í Maersk hevur tikið avgerð um at koyra felagið Maersk Drilling á virðisbrævamarknaðin fyri harvið at royna at fáa sum mest fyri felagið, nú Maersk í seinastuni hevur roynt at sleppa sær úr oljuvinnuni sum heild.

Felagið eigur eina rúgvu av boripallum, sum eisini hava verið merktir av prískreppuni. Maersk hevur roynt at finna ein keypara, men hevur ikki verið nøgt við prísin, og tekur nú stigið fult út og setir Maersk Drilling á virðisbrævamarknaðin. Hóast tað neyvan fer at geva so nógv sum var felagið selt til annað borifelag, so verður tað kortini mett rætt at velja hesa seinastu loysnina. Maersk hevur sett út í kortið, at tað skal vera eitt flutningsfelag burturav. Herfyri seldi Maersk oljufelagið Maersk Oil til franska Total, og somuleiðis varð Maersk Tankers seld. Eftir eigur felagið so Maersk Drilling og Maersk Supply Service. .

Maersk ætlar at fáa 30 mia. kr. burtur úr við at koyra dótturfelagið á børsin. Tað var tann tíð, tá Maersk Drilling var juvelurin í Maersk krúnini. Men síðani prísskædlið hevur verið torført at fáa vinning burtur úr hesi vinnuni, og tað hevur Maersk merkt.