Uttanlands

Mærsk flotin leggja um til grøna orku

Tey 700 skipini hjá Mærsk standa fyri eins nógvum útláti sum alt Danmark. Tað skal broytast við nýggjum brennievni, men tað verður ein stór avbjóðing.

2021-08-24 10:27 Author image
Jan Müller

Tað sær áhugavert og spennandi út, men  tað er eisini sera avbjóðandi – tað grøna orkuskiftið. Soleiðis ljóðar tað aftur og aftur, tá royndir verða gjørdar at finna grønar orkuloysnir, eitt nú til ta risastóru skipavinnuna kring heimin, sum í dag stendur fyri 3% av tí samlaða útlátinum í heiminum.  Stóri spurningurin, sum her uttan iva eisini fevnir um føroyska fiskiflotan, er, hvussu man kann finna tað rætta brennievnið, ið     kann avloysa olju. Hóast útlitini eru long, so verða nógva staðni gjørdar royndir at finna eitt ella fyri tað fleiri brennievni, sum kunnu minka um ella heilt sleppa undan útláti.

[object Object]

Til tess at kunna framleiða nýggja brennievnið e-methanol til flotan hjá Mærsk verður tørvur á methøgum tali av bæði sólkyknu- og vindmylnulundum

Í kjalarvørrinum á seinastu veðurlagsfrágreiðingini hjá ST hevur leiðslan í heimsins størsta konteynarareiðaríi, A.P. Møller-Mærsk, gjørt av at kanna møguleikarnar fyri at fara frá olju og diesel til grøna orku. Hetta er tó ikki nakað, sum verður gjørt eftir einum degi. Tað fer at taka tíð og krevja stórar íløgur  at finna og menna rætta brennievnið. Nú hevur so leiðslan í hesi donsku risafyritøkuni gjørt av at fara undir samstarv við eina danska fyritøku, sum ger royndir við nýggjum slag av brennievni til skip.

Í fyrstu atløgu skal Mærsk gera royndir við einum av tess mongu skipum. Tað skal vera klárt til í 2023 at fara út á heimsins høv við nýggjum brennievni. Hetta er tó enn ikki tøkt, men ein donsk fyritøka fer nú undir at byggja eina verksmiðju, ið skal gera royndir við at framleiða nýggja brennievnið. Mærsk hevur longu avgjørt at vera CO2 neutralt í 2050, og til tess at røkka hesum máli má fyritøkan beinanvegin fara undir at fyrireika seg til grøna orkuskiftið. Og tí hevur fyritøkan nú gjørt av at gera ein sáttmála við donsku fyritøkuna Reintegrate, sum so aftur arbeiðir saman við fyritøkuni  European Energy, skrivar Berlingske Tidende.

Framleiðsluhátturin fer fram á tann hátt, at sólkyknur verða brúktar til at gera e-methanol, sum er eitt slag av træspritti.  Morten Bo Christiansen, sum stendur á odda fyri arbeiðinum at minka um CO2 útlátið hjá Mærsk flotanum, sigur sambært DR, at enn er eingin vissa fyri, at hesar royndir fara at eydnast, men tey trúgva uppá tær. Tøknin aftanfyri verkætlanina verður nevnd Power-to-X. Tú tekur sól- og vindorku og ger hana um til brennievni við hjálp av eini kemiskari prosess.Tøknin er ment av Reintegrate í Aalborg, og tær ovurstóru nøgdirnar av grønum streymi skulu koma frá eini nýggjari sólkyknulund hjá European Energy, sum er við at verða bygd nærhendis Åabenrå.

Stjórin har, Knud Erik Andersen, er sera bjartskygdur um samstarvið sambært DR. Bygd fer at verða ein verksmiðja tætt við sólkyknulundina. Framleiðslan verður 10.000 til 15.000 tons árliga. Tað er nokk til eitt konteynaraskip við 2000 konteynarum, sum kann sigla í rutu millum Rotterdam og Bosnisku víkina. Mærsk hevur bundið seg til at keypa 10.000 tons svarandi til tað, sum eitt av teirra skipum brúkar. Av hesum er ein evarska lítil partur e-methanol.

Sambært stjóranum í Reintegrate er tað fyrst og fremst prísurin á streymi og atgongdin til grøna streymin, sum kann blíva forðingin, um felagið í framtíðini skal menna og lata e-methanol í størri nøgdum. Men hann vísir á, at tey ganga á odda við hesum og nú má so staturin eisini stuðla uppundir ætlanina og tvs. vera við til at tryggja eina munanandi útbygging av sól- og vindorku. Ì løtuni gongur tað ikki nóg skjótt, um hetta skal vera loysnin uppá CO2 útlátið frá shippingvinnuni. 

Hjá Mærsk síggja tey hesa verkætlanina sum fyrsta stigið til eitt neyðugt og umfevnandi verðurlagsskifti hjá reiðaríinum. Men Morten Bo Christiansen hjá Mærsk viðgongur samtíðis, at hetta fer at krevja ómetaliga stórar nøgdir av grønari roku, um allur flotin í framtíðini skal kunna sigla við grønari orku. 

-Vit skulu tá brúka einar 50 sera stórar sólkyknulundir, sum tá mugu liggja í Sahara, har sólin er hin mesta.  Um hetta varð gjørt í Danmark, so hevði tað kravt eitt øki á stødd við  Fyn við sólkyknum sigur hann.  Stóra avbjóðingin verður so, at tað fer at kosta nógvar milliardir at seta upp lundirnar. 

Grøna orkuskiftið fyllur nógv í Danmark

Danskir miðlar gera sum vera man sera nógv burtur úr tí seinastu frágreiðingini hjá ST um veðurlagsbroytingarnar. Flestu flokkar á Fólkatingi eru samdir um, at okkurt ítøkiligt má gerast fyri at venda gongdini, eisini umhvørvisráðharrin Dan Jørgensen, sum tó ferð eftir ferð vísir á, at henda stjórnin longu hevur tikið stór stig á leiðini og vísti hann m.a. í samrøðu við amerikonsku sjónvarpsrásina CNN nú um dagarnar á, at Danmark er millum tey lond í heiminum, sum raðfestir grøna orkuskiftið hægst, og nevndi hann í hesum sambandi avgerðina at steðga leiting eftir nýggjum oljukeldum.

Hetta halda bæði tó bæði andstøðuflokkar og stuðulsflokkar hjá stjórnini er als ikki nóg mikið fyri at røkka málinum, sum varð samtykt í Parísavtaluni í 2015.  Tað má ganga nógv skjótari við grøna skiftinum verður sagt. Eitt nú má danski landbúnaðurin taka størri stig til at minka um útlátið. Men hóast nógvir viðmerkjarar halda, at støðan er dómadagslíknandi, so eru tað eisini tey, ið hava vónir um, at tað fer at ganga rætta vegin. Ein teirra er stjórin í næststørstu ídnaðarføritøkuni í Danmark, Danfoss.

Í samrøðu við Berlingske Tidende vísir hann á, at vónir eru um, at tað kann fara at ganga rætta vegin, um so er, at bæði vinnan og myndugleikar vilja vera við til at fremja grøna skiftið. Og her er Danfoss millum tær ídnaðarfyritøkurnar, ið ganga undan. Danfoss arbeiðir miðvíst við at menna tøkni og útbúnað, ið brúka grønar loysnir, her m.a. í sambandi við at fáa sum mest burtur úr orkuni eisini nevnt “energieffektivitet”. Saman við vindmylnuframleiðaranum Vestas, er Danfoss millum tær donsku fyritøkurnar, ið veruliga hava sett grønu orkuna á breddan. Stóra avbjóðingin, sigur stjórin í Danfoss, er at kunna stuðla smærri fyritøkum, sum ikki einsamallar megna at fíggja grøna skiftið.