Uttanlands

Maersk konteynaraskip fyrsta at sigla gjøgnum Arktis

Eitt konteynaraskip hjá danska reiðaríinum Maerks er tað fyrsta av sínum slag í heiminum nakrantíð at sigla úr Asia til Evropa

Maersk konteynaraskip fyrsta at sigla gjøgnum Arktis
2018-09-17 18:04 Author image
Jan Müller

Venta Maersk, sum fór úr Busan í Suðurkorea 28. august, hevur nú lagt afturum seg mest avbjóðandi partin av ískløddu Norðaru siglingarleiðini í Arktis, nevniliga Eystursibiriska havið. Skipið kom fram til sjálva Norðaru siglingarleiðina 7. september við 13 fjórðinga ferð. Skipið hevði eitt skifti trupult við at koma ígjøgnum ísin og fekk tí hjálp frá russiska kjarnorkurikna ísbrótaranum hjá Rosatomflot, Let Pobedy. Maersk roknar við, at teirra skip verður í evropeiskum farvatni um eina viku ella so. Manningin hevur tað gott, og alt virkar sum tað skal umborð.

Hóast Venta Maersk hoyrir til at nýtt slag av konteynaraskipum, sum er ísstyrkt fyri at kunna sigla í Arktis, so vísti 1 metur tjúkki ísurin at vera ov torførur at klára at sigla gjøgnum einsmalt. Tí fekk skipið hjálp frá ísbrótara. Í nakrar dagar hevði skipið hjálp frá ísbrótara, og tá varð ferðin heilt niður í 8 fjórðingar. Eftir tað sigldi skipið uttan hjálp víðari, har tað fer gjøgnum nærum ísfrí øki í Kara Havinum, áðrenn tað fer inn í Barentshavið og haðani siglir suður eftir í Norðsjónum við kós móti Bremerhaven í Týskalandi, har tað verður 22. september. Harfrá fer tað so til Saint Petersburg.

Ein nýggj kanning vísir, at ringastu økini at sigla ígjøgnum í Arktis vegna ís er Eystursibiriska havið. Tað ger, at skip eru noydd til at sigla nær landi fyri at sigla uttan um ísin. Men har kann vera sera grunt, niður til 10 metrar, sum ger, at uppaftur størri skip kunnu ikki sigla so nær landi. Hetta merkir, at tey stóru konteynaraskipini hava ilt við at sleppa ígjøgnum ísøkini hesa tíðina av árinum, uttan at tað fer at seinka teimum.

Ein trupulleiki á hesi siglingarleiðini er eisini tørvurin á nýggjum russiskum ísbrótarum. Teir flestu eru heilt gamlir, og tí eru russar nú í ferð við at endurreisa sín ísbrótaraflota, men tær ætlaninar hava verið nógv seinkaðar, og tað ger, at ynskini um at kunna brúka norðaru siglingarleiðina til flutning gongur ikki so skjótt sum ynskt.

Ein av orsøkunum til, at russar fegnir síggja, at verulig gongd kemur á flutningin á nýggju siglingarleiðini er framleiðslan av russiskum LNG gassi, sum fer fram júst í Arktis. Tað gassið skal flytast við flutningskipum, sum vónin varð kundu vera ísbrótarar fyriuttan. Nú útbyggingin av ísbrótaraflotanum til torførastu ísøkini, er vorðin seinkað, mugu russar tí góðtaka, at útflutningurin av LNG fer at ganga seinni enn ætlað.