Innanlands

Mærsk-stjóri: Fegnast um at føroyingar manna teirra skip

Nú ferð er við at koma aftur á virksemið letur Mærsk aftur dyrnar upp fyri m.a. føroyingum

Magnus Rasmussen, nýklæktur landsstýrismaður í vinnumálum, tekur ímóti Steen Karstensen, Mærsk stjóra, í Tinganesi og føroyska Mærsk skiparanum Kjartan Mohr. Mynd Jan Müller

Magnus Rasmussen, nýklæktur landsstýrismaður í vinnumálum, tekur ímóti Steen Karstensen, Mærsk stjóra, í Tinganesi og føroyska Mærsk skiparanum Kjartan Mohr. Mynd Jan Müller

2021-09-07 10:28 Author image
Jan Müller

Fyrst fór oljuprísurin í botn. Síðani kom korona og steðgaði nærum øllum virksemi hjá eitt nú reiðaríum innan olju- og gassvinnuna. Eitt teirra, Mærsk Supply Survice, sum í mong ártíggju hevur verið eitt gott og trygt arbeiðspláss hjá føroyskum sjómonnum, taldist millum harðast raktu donsku arbeiðsplássini, og hetta komu eisini føroyskir sjómenn at merkja. Fleiri teirra, sum høvdu tænt hjá hesum kenda og vælumtókta reiðaríinum, vórðu uppsagdir saman við mongum øðrum útlendskum starvsfeløgum. Frá at hava havt 2100 fólk í arbeiði minkaði talið niður í helvt.

Nú oljuprísurin er komin aftur á beint og ringastu avleiðingarnar av korona hava lagt seg, merkist tað í veitaravinnuni. Eitt nú hjá Mærsk Supply Service, sum so spakuliga er farið at sóknast aftur eftir fólki at manna flotan, ið røkir uppgávur kring allan heim. Og nú føroyingar hava gott orð á sær, eru aftur boð eftir teimum at manna tey mongu skipini hjá Mærsk.

[object Object]

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og Magnus Rasmussen, vinnuráðharri taka ímóti Steen Karstensen, Mærsk stjóra og føroyska Mærsk skiparanum Kjartan Mohr. Mynd Jan Müller

Varisliga bjartskygdur um framtíð

Nýggi stjórin hjá Mærsk Supply Service, Steen S. Karstensen, sum hevur fylgt gongdini hjá fyritøkuni í hesum broytingartíðum síðani 2016,  er varisliga bjartskygdur um framtíðina. Hóast korona enn ikki hevur lagt seg heilt og vitandi, at oljuprísurin aftur kann falla, so er hann farin at trúgva uppá framtíðina aftur hjá hesi vinnuni. Og hann er sannførdur um, at eisini føroyingar kunnu vera við til at lyfta og fáa Mærskflotan aftur á beint – serstakliga tá man hevur teirra royndir og trúfesti í huga.

[object Object]

Eitt av skipunum hjá Mærsk, sum hevur uppgávur í Afrika. Skipari er Kjartan Mohr úr Havn.

Hann gjørdi tí nú um dagarnar av at fara á sína fyrstu vitjan nakrantíð til Føroya – fyrst og fremst við tí fyri eygað – at siga føroyskum sjómonnunum hjá Mærsk og teirra familjum tøkk fyri gott útint arbeiði og samstarv.  Og í hesum sambandi gekk leiðin eisini út í Tinganesi, har hann somuleiðis takkaði løgmanni og vinnuráðharranum fyri góða samstarvið, sum hevur verið millum Mærsk og Føroyar í so mong ár. Eisini vissaði hann teir báðar oddamenninar um, at ein framgongd í virkseminum hjá fyritøkuni fer vónandi eisini at gagna føroyskum sjómonnum, sum fyritøkan hevur havt so góðar royndir av.

Undir vitjanini í Føroyum nýtti Mærsk-stjórin høvi til at hitta teir føroysku sjómenninar, sum manna Mærsk skip og sum vóru heima um hetta mundið – saman við familjum – og bjóða teimum til ein betri bita í Kirkjubø. Hóast hetta er fyrstu ferð Steen vitjar Føroyar, so viðgongur hann, at hann hevur góð minni um Føroyar og greiðir frá, at hann hitti  konu sína umborð á føroysku Norrønu í 1983, tá ferjan sigldi millum Korsør og Kiel.

[object Object]

Grøna skiftið fyllur meira og meira

Føroyingar hava seinastu øldina verið við til at manna mong av skipunum hjá Mærsk samtakinum. Mærsk Supply Service er so ein av fyritøkunum í samtakinum. Fyrr hevur fyritøkan burturav arbeitt innan olju- og gassvinnuni, men tíðir broytast, og í dag eru alsamt fleiri uppgávur innan grønu orkuvinnuna, eitt nú á vindorkuøkinum. Skip hjá Mærsk hava eisini átikið sær uppgávuna at taka upp plastburturkast í Kyrrahavninum, har eisini føroyskir skiparar hava staðið á brúnni. So fyritøkan roynir at vera virkin partur av bæði grøna orkuskiftinum og arbeiðinum annars at steðga umhvørvisdálkingini.

Mærsk eigur í dag 43 skip, harav 11 bíða eftir uppgávum. Felagið hevur trý sløg av skipum:

AHTS: Anchor handling vessel

SSV: Subsea support vessel

PSV: Platform supply vessel ( bert 2 í Brazil)

Í dag arbeiða 47 føroyingar hjá Mærsk Supply Service, av teimum 16 skiparar, 15 maskinstjórar og 8 yvirstýrimenn. Steen Karstensen vísir á, at ein út av fýra skiparum hjá teimum eru føroyingar. Ein orsøk til høga talið av føroyingum á brúnni og í maskinuni er tann, sigur Steen, at teir eru sera dugnaligir og royndir og hava lætt við at umstilla seg til øðrvísi avbjóðingar so sum korona, ið setir sera stór krøv til bæði medarbeiðarar og familjur teirra. Tað krevur fleksibilitet brádliga at kunna vera 5-6 mánaðir umborð uttan manningarsskifti. Og her hava føroyingar víst seg at vera ótrúliga loyalir og fleksiblir.

-Hóast hetta hava mongu kreppurnar seinastu 7 árini verið við til, at vit hava verið noyddir til at siga farvæl til fleiri føroyingar eisini. Nú eru vit tó  við at síggja eitt lítið ljós í endanum av tunlinum, leggur hann aftrat. Tey síggja, at íløgur koma aftur til hesa vinnuna, sum er farin at líkjast henni undan korona í 2020, sum gjørdi eitt øgiligt inntriv í virksemið uppá umleið ein triðing av forrætningini. Neyðugt var at leggja nógvar verkætlanir á hillina ella heilt at strika tær.  

Hóast Steen Karstensen stendur á odda fyri eini fyritøku, sum í mestan mun livir av at veita tænastur til olju- og gassvinnuna, so veit hann, at neyðugt er at vera partur av grøna skiftinum. -Øll í okkara vinnu hava fokus á grøna skiftið. Øll vita, at tað kemur og royna vit at brúka verandi kompetansur innan olju og gass í tí grøna skiftinum eisini. Og so sjálvandi eisini okkara maritimu kompetansur.

[object Object] 

Føroyingar, ið manna skip hjá Mærsk, her á vitjan í kirkjuni í Kirkjubø.

Arbeiða á øllum heimsins høvum

Danska stjórnin gjørdi herfyri av at steðga nýggjari oljuleiting. Av tí at Mærsk Supply Service fyri tað mesta arbeiðir kring allan heimin, í dag serstakliga í Vesturafrika, Angola, Nigeria, Australia, Brasilia, Meksikanska Flógvanum og í New Foundlandi og eisini í Bretlandi, so hevur arbeiðið í sambandi við leiting í Danmark, ikki so stóran týdning. Fyritøkan er tó virkin í framleiðsluni á danska landgrunninum, men seinastu fimm árini er arbeiðið har nógv minkað.  

Mærsk sær so eisini Norra sum ein framtíðar marknað hjá felagnum og hevur avgjørt at lata upp skrivstovu í Bergen. Hetta hendir um somu tíð, sum fleiri amerikanskar fyritøkur hava latið aftur. Fyritøkan hevur ikki verið so virkin har áður og halda tey, at tíðin er tann rætta til at menna virksemið har eisini. Fleiri av skipunum hjá reiðaríinum eru bygd í Norra og hóska  væl til norska marknaðin.

Mærsk byggir sítt virskemi á dugnaligar medarbeiðarar og oftani eisini nýggja tøkni, sum verður brúkt í sambandi við truplar uppgávur. Tey hava bygt upp eina kjarnukompetansu við at bjóða fram pakkaloysnir, ið bæði umfata FPSO framleiðsluskip umframt viðlíkahaldsuppgávur av ymsum slag. Eisini verður størri og størri orku brúkt til flótandi vindorkuverkætlanir. Olja og gass eru tó framvegis høvuðsuppgávan, men skipini verða nú eisini í støðugt størri mun brúkt í grøna orkuskiftinum eisini.

Mærsk Supply Service leggur seg eisini eftir at menna sítt egna grøna skifti við eitt nú at minka um oljunýtsluna og útbúgva manningarnar til hetta umframt at leggja seg eftir at gera royndir við biofuel og hava teir m.a. bílagt ein battarípakka til ein av teirra ankerhandlarum.

Stjórin viðgongur, at tað er ikki bara sum at siga tað at finna grønar loysnir til verandi skip, tað má tí vera til nýggju skipini teir fara at byggja. Hann viðgongur, at uppá longri sikt hvørvur olju- og gassvirksemið, men kortini fara tað at ganga nógv ártíggju, áðrenn farið verður heilt frá hesum orkukeldunum.

Decommissioning partur av framtíðini

Mærsk fyritøkur eru eisini farnar saman inn í nýggju decommissioning vinnuna, har gamlir oljupallar og útbúnaður verða flutt til lands og tikin sundur til endurnýtslu. Talan er um eitt joint venture millum Mærsk Supply Service og Mærsk Drilling. Felagið Mærsk Decommissioning hevur júst fingið eina stóra uppgávu í Mauretania.

Undir vitjan síni í Føroyum legði Mærksstjórin eisini leiðina inn á gólvið hjá  FOÍB, har hann varð kunnaður um føroyska veitingarvinnu og royndirnar hjá Føroyum at fara undir leiting eftir kolvetnum.