Uttanlands

Mæla til at gera djúphavn í Hetlandi til upphøgging av oljupallum

Nýggja vinnan, ”Decommissioning”, upphøgging av gomlum oljupallum, kann gerast týðandi framtíðar vinna hjá hetlendsku grannunum

Dale Voe havnalagið nærhendis Lerewick í Hetlandi verður í stórari nýggjari frágreiðing frá skotsku stjórnini mett at vera besta staðið í Bretlandi til eina framtíðar djúphavn, ið kann taka ímóti stóru pallunum í Norðsjónum til upphøggingar.

Dale Voe havnalagið nærhendis Lerewick í Hetlandi verður í stórari nýggjari frágreiðing frá skotsku stjórnini mett at vera besta staðið í Bretlandi til eina framtíðar djúphavn, ið kann taka ímóti stóru pallunum í Norðsjónum til upphøggingar.

2018-09-13 11:00 Author image
Jan Müller

Í londunum kring Norðsjógvin verður nú dúgliga kannað, hvussu man frægast kann skapa eina nýggja vinnu burtur úr upphøgging av gomlum oljupallum, og her liggja grannar okkara í Hetlandi sera frammaliga, nú nýggj frágreiðing frá skotsku stjórnini mælir til at byggja eina "ultra" djúpa havn nærhendis Lerwick.

Decommissioning
Hevur oljuvinnan í Norðsjónum havt stóran týdning fyri bretska búskapin, so kann uppruddingin av somu vinnu eisini fáa alstóran týdning. So við og við goymslurnar í undirgrundini tømast skulu bæði pallar og útbúnaður á havbotninum flytast til lands og har takast sundur og fyri tað mesta endurbrúkast sum tilfar. Her er í veruleikanum talan um eina nýggja vinnu, hvørs umsetningur kann gerast fleiri túsund mia. kr. tá avtornar. Í løtuni eru summar av oljugoymslunum við at tømast eftir at hava verið í drift í meira enn hálvthundrað ár, og hava oljufeløgini bundið seg til at rudda upp eftir seg og hava í hesum sambandi lagt pengar til síðis. Og til hetta arbeiði krevst nútímans útgerð so sum stór flutningsskip, djúpvatnshavnir og havnaløg og roynd arbeiðsmegi.

Sum vera man ynskja londini kring Norðsjógvin at gera sær dælt av hesi gongdini, og bæði Norra og Bretland leggja í hesum døgum ”Decommissioning” framtíðina til rættis, soleiðis at vinnan í londunum kann fáa ein stóran bita av køkuni. Eisini í Danmark verður arbeitt fyri at fáa gamlar pallar, sum skulu upphøggast, til lands.

Næsti granni okkara, Bretland, ætlar sær ikki at vera eftirbátur í so máta. Og tað er greitt, at kappingin um at vera fyrstur og bestur at taka ímóti gomlu pallunum til upphøggingar longu er í gongd. Fyri at sleppa undan at ikki allar havnir gera somu íløgur í nýggju vinnuna, so hava myndugleikarnir nú gjørt av at kanna, hvørji støð eru best egnað at hýsa nýggju vinnuni.

Hetland besta staðið til djúphavn
Ein kanning, sum skotska stjórnin hevur staðið fyri, vísir, at besta staðið í Bretlandi sum heild at byggja eina nýggja djúphavn (Ultra deep water Port) til at taka ímóti stórum oljupallum til upphøgging (Decommissioning) er Dales Voe havnin uttan fyri Lerwick. Myndugleikarnir í Hetlandi taka væl ímóti úrslitinum av kanningini og siga, at teir eru tilreiðar at samstarva við bretsku stjórnina um verkætlanina, sum teir meta kann fáa stóran týdning fyri lokala búskapin. Enn er ógreitt, um Westminster fer at taka undir við at gera Dales Voe til framtíðar høvuðs ”Decomm” djúphavs upphøggingarhavnina í øllum Stórabretlandi.

Vinnan er so mikið nýggj, at enn er eingin stór og miðvís útbygging av havnum gjørd, tó at fleiri øki kring Norðsjógvin so smátt eru farin at byggja út sínar djúphavnir. Norra hevur her fleiri fyrimunir, nú fleiri av teirra útgerðarhavnum til oljuvinnuna, longu hýsa keium, sum kunnu taka ímóti stórum pallum. Roknað verður við, at 170 mia. kr. fara at verða brúktar til niðurtøku av pallum á bretska landgrunninum frá 2017 til 2025. Hetta vísa tøl frá Oil and Gas UK.

Í farna mánað segði skotski orkuráðharrain, Paul Wheelhouse, at hann var sannførdur um, at ein kanning og meting av øllum havnum í Bretlandi fór at vísa, at Skotland eigur bestu plássini til at taka ímóti nýggju vinnuni. Og meira nágreiniliga er talan um Dales Voe nærhendis Lerwick í Hetlandi. Enn er tó eingin endalig avgerð tikin politiskt um, hvar komandi djúphavnin til niðurtøku av oljupallum skal liggja. Eisini fleiri onnur støð í Bretlandi bjóða seg fram og hava longu tikið ímóti pallum at taka sundur.

Hetlendingar hava royndirnar
Í Hetlandi eru tey sum vera man sera fegin um, at nýggja kanningin raðfestir øki í Hetlandi sum eitt tað besta til framtíðar Decomm havnina í Bretlandi sum heild. Lerwick hevur drúgvar royndir við nettupp arbeiðsplássum í hesi nýggju vinnuni og roynir nú av álvara at marknaðarføra oyggjarnar sum rætta staðið í øllum Bretlandi til at hýsa vinnuni. Mett verður at henda nýggja vinnan fer at fevna um verkætlanir fyri hundraðtals mia. kr. komandi nógvu árini. Í Norðsjónum eru hundraðtals gamlir oljupallar, sum hava tænt fyri seg og sum nú skulu takast niður og sundur. Fyri meira enn 10 árum síðani var partur av Frigg palli fluttur til og tikin sundur í Greenhead base í Lerwick. Seinni varð Buchan Alpha oljupallurin tikin sundur í Dales Voe base uttan fyri Lerwick.

Politikarar í bæði Hetlandi og Orknoyggjunum hava latið við seg koma, nú tíðindi aftur eru frammi um djúphavn til niðurtøku av pallum. Eitt nú sigur tingmaðurin fyri Orknoyggjar og Hetland í bretska tinginum Alistair Carmichael, at hetta er ein einastandandi møguleiki fyi oyggjarnar. Hetta eru sera góð tíðindi sum hann tekur til.

”Vit hava arbeitt fram móti hesum í mong ár, men vit vita, at tað enn skal eitt stórt arbeiði til fyri at røkka á mál. Hinvegin hava vit longu prógvað, at oljuvinnan hevur fingið fast undir fótum í oyggjunum og tí eisini er væl egnað at taka sær av hesum seinasta partinum av oljuvinnuni, nevniliga flutningin av og sundurtøku av gomlum pallum og útgerð á havbotninum, har oljan er uppi,” sigur Alistair Carmichael. Hann leggur aftrat, at Hetland hevur fingið drúgvar royndir á oljuøkinum og eigur at kunna fáa ágóðan av nýggju vinnuni eisini, eini vinnu, sum eigur tíggjutals ár fyri framman.

Eisini Tavish Scott, sum er umboð fyri Hetland í skotska tinginum, sigur, at tað er hugaligt, at skotska stjórnin viðurkennur tann strategiska týdning Dales Voe uttan fyri Lerwick hevur og kann fáa fyri decommvinnuna. Nú stendur og fellur so alt við, um til ber at fáa fíggjarligan stuðul til at menna vinnuna í hesum partinum av Bretlandi sigur hann sambært heimasíðuni Energy Voice.

Liggur nær oljuleiðunum
Um økið nærhendis Lerwick verður valt til fyrstu veruligu ”Decomm” djúphavnini, so er greitt, at hetta kann fáa stóran týdning fyri búskapin. Havnin har fer tá at virka sum eitt slag av hubbi ella kjarna. Stóru oljupallarnir, sum hava tørv á djúpum vatni og eisini kønari og royndari arbeiðsmegi, koma so helst at verða fluttir til Hetlands og fer tað so aftur at kunna geva arbeiði til aðrar havnir kring Bretland, sum tá kunnu taka ímóti pørtum av oljuútbúnaðin at taka sundur. At Hetland eisini liggur so nær oljuvirkseminum í norðara partinum av Norðsjónum er so eisini ein orsøk til, at analysufyritøkan Ernst & Young, er komin til ta niðurstøðu, at Dales Voe nærhendis Lerwick er best hóskandi staðið til eina djúphavn. Fyri bretskar myndugleikar og vinnu hevur ein avgerð um djúphavnina skund skal man ikki verða yvirhálaður av norskum havnum og skipasmiðjum, sum longu hava fyrireikað seg til nýggju vinnuna.

Hvar og nær koma Føroyar inn í myndina?
Loksins kann verða spurt, hvønn týdning ein djúphavn til upphøgging av oljupallum so nær Føroyum kann fáa fyri framtíðar møguleikarnar hjá føroyskari vinnu at gerast partur av hesi nýggju vinnu, sum jú eisini liggur beint uttan fyri okkara strendur. Skuldi økið við Lerwick verið valt til at taka ímóti stóru pallunum, so verður her kanska møguleiki hjá føroyskum fyritøkum og havnum eisini at taka upp samstarv við grannarnar, soleiðis at partur av upphøggingini kanska kann fara fram í Føroyum. Áhugavert verður at fylgja tilgongdini og at frætta, um føroyskar fyritøkur fyrr ella seinni fara at vísa nýggja vinnumøguleikanum ans.