Uttanlands

Mariner oljukeldan byrjar framleiðslu eystan fyri Hetland

Hon er bara byrjanin til uppaftur fleiri stórar oljuútbyggingar hjá Equinor í Bretlandi

Risastóri oljupallurin eystan fyri Hetland

Risastóri oljupallurin eystan fyri Hetland

2019-08-15 19:08 Author image
Jan Müller

[object Object]

 

Ein tann størsta íløgan hjá norska oljufelagnum Equinor í mong ár, útbyggingin av risastóru oljukelduni Mariner í norðara parti av Norðsjónum, eystan fyri Hetland, gjørdist í dag veruleiki. Keldan fór í morgun undir fyrstu framleiðslu eftir áralanga útbygging. Hetta er eisini fyrsta oljukeldan á bretska landgrunninum, sum norska Equinor stendur sum fyristøðufelag fyri. Hon styrkir eisini støðuni hjá norska orkufelagnum á bretska landgrunninum og er helst byrjanin til uppaftur fleiri størri íløgur í oljuúbyggingar í Bretlandi komandi árini. Eitt nú av stóru oljukelduni Rosebank, sum liggur stutt  frá føroyska markinum.

[object Object]

Mariner keldan, sum varð funnin fyri mongum árum síðani, goymir 3 mia. tunnur av tyngri olju. Hetta er tvífalt so nógv, sum tá hon varð funnin. Mett verður at framleiðslan frá Mariner verður 70.000 tunnur um dagin, tá hon er uppá tað mesta. Stórur ivi hevur verið um útbyggingina, tí jarðfrøðin hevur verið so torfør, men norska felagið hevur alla tíðina trúð uppá verkætlanina og varð hon endaliga góðkend í 2012.

Útbyggingin, sum er ein tann størsta í Bretlandi í mong ár, hevur kostað norska felagnum 7,7 mia. dollarar. Hon fer at geva arbeiði til 700 fólk.

Hini feløgini, sum eru við í Mariner, eru Siccar Point, sum er eitt av oljufeløgunum, sum er sera virkið eystan fyri føroyska markið, síðani Nippon og One Dyas.

Equinor er eitt av stóru veitarafeløgunum av orku  í Stórabretlandi. Felagið nøktar m.a. 25% av allari gassnýtsluni í Bretlandi og stendur fyri fleiri útbyggingum av vindmylnulundum til havs. Eitt nú Dogger Bank, sum verður tikin í brúk skjótt og sum tá verður ein tann størsta í heiminum og sum fer at nøkta 10% av allari elorkunýtsluni í Bretlandi.