Uttanlands

Marknaðarføra aftur føroysku undirgrundina í London

Í desember mánað luttaka umboð fyri Jarðfeingi á tveimum ráðstevnum í Londum, har høvi verður at marknaðarføra føroysku undirgrundina. 11. desember skal Heri Ziska, jarðfrøðingur hava framløgu um føroyska økið

2018-12-05 16:58 Author image
Jan Müller

Í seinastu viku vóru umboð frá Jarðfeingi á afturvendandi oljuráðstevnuni PETEX í London og marknaðarførdu føroyska landgrunnin.

Nógv fólk vitjaðu básin hjá Jarðfeingi, har føroysku luttakararnir svaraðu spurningum og vegleiddu áhugaðum ráðstevnugestum. Ráðstevnan vardi í tríggjar dagar, og seinasta dagin var sendimaðurin í London, Áki Johansen við fylgi, og vitjaði básin.

Høvi var eisini at hoyra nakrar av mongu og áhugaverdu framløgunum, sum vórðu hildnar hesar tríggjar dagarnar.

Longu 11. desember er aftur ráðstevna í London. Hesa ferð er talan um oljuráðstevuna PROSPEX, har Heri Ziska, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, skal halda eina framløgu um føroyska økið.

[object Object]