Uttanlands

Meksiko hóttir oljusemjuna

Opec og Russland, sum eru vorðin samd um at skerja oljuframleiðsluna, krevja, at eisini Meksiko skal vera partur av avtaluni

Frá tíðindafundinum eftir fyribils semjuna at skerja oljuframleiðsluna.

Frá tíðindafundinum eftir fyribils semjuna at skerja oljuframleiðsluna.

2020-04-10 12:55 Author image
Jan Müller

Meksiko hóttir nú við at gera semjuna millum heimsins størstu oljuframleiðarar um at avmarka framleiðsluna við 10 mió. tunnum um dagin til einkis.

Í gjár samdust Opec, Russland og onnur framleiðandi oljulond at avmarka framleiðsluna treytað av, at øll londini, sum vóru við á fundinum, vildu vera partur av avtaluni. Í morgun eru tó tekin um, at eitt land, Meksiko, ikki vil góðtaka at minka um sína oljuframleiðslu so nógv sum skotið upp. Og boðini frá m.a. Saudi Arabia og Russlandi eru púra greið. Er Meksiko ikki við, so verður eingin avtala.

Í dag møtast G20 londini til at viðgera eitt uppskot um at átaka sær eina avmarking í framleiðsluni uppá 5 mió. tunnur, so endaligi pakkin verður uppá 15 mió. tunnur. Tað eru tó langt frá teimum 35 mió. tunnunum, sum eftirspurningurin er minkaður við.

Tað skilst eisini, at Trump forseti, sum herfyri heitti á Saudi Arabia og Russland um at taka uppaftur samráðingarnar um eina nýggja avtalu at avmarka framleiðsluna, ikki heldur tað vera neyðugt hjá USA at vera partur av eini avtalu at minka um sína framleiðslu. Tað hendir av sær sjálvum, nú fleiri skiferframleiðarar rætt og slætt snara lykilin um og framleiðslan harvið minkar út frá broyttu marknaðarstøðuni.

Men USA og Kanada, sum eru tveir av størstu oljuframleiðarunum í heiminum, fara í dag at sita á vidoefundi saman við hinum G20 londunum og viðgera ætlaðu skerjing uppá 5 mió. tunnur. G20 londini eru lond uttan fyri Opec.

Seinasta nýggja er, at Meksiko gongur við til at lækka sína framleiðslu við 100.000 tunnum um dagin og ikki teimum 400.000, sum uppskotið segði. Hetta er tó neyvan nóg mikið til at fáa Opec+ londini til endaliga at samtykkja avtaluna.

Aðalskrivarin í Opec, Barkindo út Nigeria heitti inniliga á Meksiko um ikki bara at hugsa um egin viðurskifti men um allan heimin og segði í síni drúgvu røðu á videofundinum í gjár, at støðan á oljumarknaðinum hevur ongantíð verið so ring sum nú. Tað er sum um at ósjónliga “koronabeistið”, sum hann málbar seg, uttan íhald heldur fram á síni altoyðandi leið.

Eydnast tað ikki heimsins londum nú at gera avtalu um skerjingar, so fer hetta at fáa sera álvarsligar avleiðingar fyri ikki bert oljuframleiðandi londini men fyri allan heimsbúskapin.

Keldur: World Oil, Bloomberg, Reuters, Energy Voice, e24, DN.no, DR

(Oljuportalurin fylgir gongdini á fundinum í G20 bólkinum seinnapartin í dag)