Uttanlands

Merkel vil hava fund við Biden um orkusamstarv við Russland

Týski kanslarin  stuðlar framvegis gassrørleiðing úr Russlandi. Hon vísir á, at USA hevur oljusamstarv við Russland.

Týski kanslarin Merkel ætlar sær ikki at steðga gassrørleiðing úr Russlandi, hóast Biden stjórnin vil steðga henni. Merkel vísir á, at USA samstarvar við Russland um olju, og vil hon nú hava alt orkusamstarvið við Russland til umrøðu.

Týski kanslarin Merkel ætlar sær ikki at steðga gassrørleiðing úr Russlandi, hóast Biden stjórnin vil steðga henni. Merkel vísir á, at USA samstarvar við Russland um olju, og vil hon nú hava alt orkusamstarvið við Russland til umrøðu.

2021-01-23 12:35 Author image
Jan Müller
[object Object]
 
Um somu tíð sum nýggi amerikanski forsetin hevur tikið avgerð um at steðga  arbeiðinum at leggja eina oljurørleiðing úr Kanada til USA, heldur amerikanska stjórnin eisini fram við sínum royndum at steðga arbeiðinum at leggja eina gassrørleiðing úr Russlandi til Týskalands.
 
Tað var undanfarni forsetin Trump, sum setti í verk boykott móti teimum, ið vóru partur av verkætlanini at leggja eina 1230 kilometrar langa gassrørleiðing á havbotnin úr Russlandi til Týskalands. Nú bendir nógv á, at nýggja Biden stjórnin eisini vil steðga verkætlanini við somu grundgeving sum henni hjá Trump, nevniliga at ein slík gassleiðing úr Russlandi fer at gera Evropa alt ov bundið av russiskum gassi og harvið eisini fer at hótta trygdina í Evropa. Eisini fer gassleiðingin at seta Ukraina í eina ringa støðu, tí higartil er russiska gassið til Evropa flutt gjøgnum rørleiðingar, sum ganga ígjøgnum Ukraina, sum harvið vinnur stórar inntøkur.
 
Talan er um gassrørleiðingina "Nord Stream 2", sum gongur úr Russlandi til Týskalands. Hon er um at verða liðugt løgd á havbotninum í Eystursjónum alla leiðina til Týskalands. Ætlanin er, at russiskt gass í framtíðini skal nøkta tørvin á gassi í fleiri evropeiskum londum. Í forsetatíð  síni gjørdi táverandi amerikanski forsetin Donald Trump av at boykotta "Nord Stream 2" verkætlanina, tí hann metti, at Evropa við hesum gassflutninginum fór at vera alt ov nógv tengt at  orku í Russlandi í framtíðini.  Hann gjørdi av, at allar fyritøkur, sum eru partur av verkætlanini, skulu boykottast. Tað hevur so tarnað verkætlanini,  og stutt áðrenn hann legði frá sær  gjørdi Trump av at fremja boykott móti kaðalskipinum, sum er við at leggja kaðalin seinasta teinin úr donskum øki til Týskalands. Hóast royndirnar hjá USA heilt at steðga gassleiðingini, so halda týskar fyritøkur fram við samstarvinum við russiska oljufelagið Gazprome at fáa framt verkætlanina, við stuðuli frá týsku myndugleikunum.  
 
Nú nýggj amerikonsk stjórn  ynskir týski kanslarin Mercel at umrøða  alt orkusamstarvið við Russland á fundi við nýggja amerikanska forsetan, harímillum eisini oljusamvinnuna millum USA og Russlandi.  Hon vil hava allar upplýsingar á borðið m.a. eisini um hetta oljusamstarvið millum USA og Russland, sum hon heldur ikki sampakkar við avgerðina hjá USA at boykotta russisk-týsku gassverkætlanina. Hon heldur tó fast um hennara og harvið týsku støðuna til verkætlanina, og hon er at fáa gassrørleiðingina í land í Týskalandi.    
 
Nýggi amerikanski uttanríkisráðharrin Antony Blinken hevur annars  úttalað, at hann fer at gera alt tað hann kann fyri at forða Russlandi í at fullføra verkætlanina, nú hon kann vera ein hóttan fyri trygdina í Evropa. Áhugavert verður at fylgja gongdini í hesum 
 

Kelda: World Oil