Uttanlands

Meting av oljuprísi: 100 dollarar um hálvtannað ár

Metingar vilja vera við, at mangul verður á olju í 2021, og at oljuprísurin kann hækka til 100 dollarar um 18 mánaðir

2020-05-08 17:25 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað er  stjórin og nevndarformaðurin í amerikanska ”Orascom Investment Holding”, Naguib Sawiris, sum sigur hetta,  sambært amerikonsku sjónvarpsrásini CNBC.

Hann heldur, at skifurídnaðurin í USA fer nærum heilt at hvørva í eitt ár fyri so spakuliga at koma fyri seg aftur, tó at tað verður ein torfør uppgáva, nú fíggingarstovnar fara at vera sera varnir.

Orascom Investment Holding er ein íløgufyritøka, sum serstakliga ger íløgur í ídaðarfyritøkur, ið hava stóran týdning fyri framtíðina.

Hóast kreppuna heldur Sawiris, at vøksturin í heimsbúskapinum fer at halda fram, sjálvt í niðurgangstíðini, og brádliga fer eftirspurningurin at vaksa,  og heimurin fer tá at hava tørv á meiri olju aftur. Eftirspurningurin fer at gerast størri  enn framleiðslan, og tá fer oljuprísurin at vaksa skjótt.

Sambært amerikanska ” Energy Information Administration” fer oljuprísurin (Brent) at vera hækkaður til góðar 45 dollarar, tá vit byrja 2021.

Eisini norska Rystad Energy metir, at stór hækking í prísinum verður í 2022, tí oljufeløgini tá verða ikki klár ella før fyri at hækka framleiðsluna í mun til vaksandi eftirspurningin. Ein munandi minking í íløgum og færri boringar fara eisini at ávirka prísin. Hetta skrivar oljumiðilin Rigzone.

Norska heimasíðan E24 skrivar eisini  um komandi høga oljuprísin. Undir yvirskriftini ”Massiv overkapasitet på olje kan fort snu: Frykter oljemangel om få år”, skrivar E24. Hóast koronakreppan hevur við sær, at oljuídnaðurin framleiðir nógv meira av olju, enn brúk er fyri í løtuni, so kunnu avleiðingarnar av ”korona-sjokkinum” vera, at tað verður ov lítið til av olju um bara nøkur fá ár.

Um so er at yvirskotið av olju gerst eitt undirskot móti endanum á 2020, so kann tað hava við sær nógv hægri prísir enn í dag, skrivar Rystad Energy og DNB Markets í teirra greiningum av framtíðar framleiðslu og oljuprísi.

Gongdin í oljuprísinum hevur annars verið sera nógv merktur av minkandi eftirspurningi í kjalarvørrinum á koronakreppuni. Eitt skifti var oljuprísurin 15 dollarar fyri tunnuna. Í dag er hann umleið 30 dollarar. Og fara vit einans tveir mánaðir aftur í tíðina var prísurin omanfyri 60 dollarar fyri tunnuna.

Sera lági oljuprísurin hevur longu fingið stórar avleiðingar fyri alla oljuvinnuna og her ikki minst oljufeløgini. Eitt av heimsins størstu oljufeløgum, Shell, kunnaði nú um dagarnar um, at tað fyri fyrstu ferð síðani seinna heimsbardaga hevur skert vinningsbýtið munandi. Tað sama hevur Equinor gjørt . Og soleiðis kundi verið hildið fram at nevna oljufeløg, sum eru hart rakt av metlága oljuprísinum. Stóru oljufeløgini gera eisini stórar niðurskrivingar  og skerja íløgur, nú koronasmittan hevur lagt stóran part av virkseminum í heiminum lamið.

Altjóða orkustovnurin IEA undir OECD, roknar annars við stórum yvirkapasiteti komandi tíðina. Í apríl minkaði eftirspurningurin við 29 mió. tunnum um dagin, í mai fer hann at minka við  26 mió tunnum, og í juni við 15 mió. tunnum um dagin.

placeholder