Uttanlands

Minni vindferð medvirkandi til orkukreppu

Mátingar av vindmegini vísa, at hon hevur verið 15% lægri í ár, og tað kann hava skundað undir orkukreppuna

2021-10-11 11:44 Author image
Jan Müller

Undir yvirskriftini “Europe’s electricity generation from wind blown off course” umrøður høgt virda blaðið The Financial Times í gjár broyttu vindorkutilgongdina í Evropa. Blaðið skrivar, at vindstyrkin í  norðara partinum av Evropa er minkað við 15% í meðal í tíðarskeiðinum frá januar til september í ár.  Orsøkin er óviss siga vísindamenn, men ein møgulig frágreiðing er tað, sum verður nevnt  “global stilling”. Hetta fyribrigdið stavar frá lækkandi vindmegi,  sum helst stavar frá veðurlagsbroytingum. Hagtøl vísa, at meðal vindferðin á landi er lækkað seinastu ártíggjuni, so hetta er ikki nakað, sum brádliga er íkomið.

[object Object]

Í gjár nevndi bretski ráðharrin fyri handli og orku, Kwasi Kvarteng í samrøðu við BBC, at ein medvirkandi orsøk til núverandi gasskreppuna, er nettupp staðfestingin av, at vindorkuframleiðslan hevur verið óvanliga avmarkað.  Sí annars leinkjuna niðanfyri. 


https://www.ft.com/content/d53b5843-dbe0-4724-8adf-75c66127ea80?accessToken=zwAAAXxu33oAkdPVO1hD2-BHJNOK33XGYSfqgA.MEUCIQCreed_wOopMgJUqE7Gq3gc1YeVeTe6L2l-jEZdNXWySgIgXWAbmC7ChItwd9-HS3QRdlkFsIYoFMYuIdKIX80hDz4&sharetype=gift?token=1c62b2a8-5502-49fb-ab97-74b57dfcff7c