Innanlands

Mitt í sjónum: Føroysk shippingvinna

Stórt tiltak í Runavík, har sjóneykan verður sett á týdningin av shippingvinnuni fyri føroyska búskapin og fyri aðrar vinnur

2019-01-23 13:07 Author image
Jan Müller

[object Object]

[object Object]

Hvønn týdning hevur shippingvinnan fyri føroyska búskapin og fyri aðrar vinnur? Hvat fer havnaútbyggingin í Runavík at bera við sær? Kann shippingvinnan gerast meira umhvørvisvinarlig? Og kann Strandferðslan sigla við el ístaðin fyri olju millum oyggjarnar?

Hetta eru nakrir av spurningunum, sum  sjóneykan verður sett á á einum tiltaki í Løkshøll í Runavík mikudagin 30. januar kl. 19. Tað er Javnaðarflokkurin, sum hevur tikið stig til tiltakið.

Endamálið við tiltakinum er fyrst og fremst at seta sjóneykuna á týdningin av shippingvinnuni fyri føroyska búskapin og fyri aðrar vinnur. Harumframt verður spurt, hvussu shippingvinnan og sjóferðsla yvirhøvur kunnu gerast meira umhvørvisvinarlig. Tiltakið er skipað við 6 framløgum umframt pallborði við føroysku luttakarunum.

Tiltakið er alment og ókeypis.

 

Fyribils skrá og luttakarar:

-          “Virðisskapan í Føroyum”: Jens Meinhard Rasmussen, CEO Skansi Offshore                              

-          “Havnaútbyggingin í Runavík”: Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu  

-          “Farmaflutningur í Norður-Atlantshavinum”: Bogi P. Nielsen, Stjóri í Faroeship                                          

-          “Altjóða shippingvinnan og umhvørvisavbjóðingar”: Bingbing Song, IMO

-          “Tað ber til at leggja um frá olju til el á styttri teinum”: Henrik Fald Hansen, Forsea Ferries

-          “Dálking frá skipum og lóggávan”: Ingvard Fjallstein, Umhvørvisstovan

Pallborð 
Óluva Zachariasen verður orðstýrari.

 

Her eru nakrar viðkomandi leinkjur um týdningin av vinnuni fyri Føroyar og um herd umhvørviskrøv:

https://www.industry.fo/ti%C3%B0indi?Action=1&NewsId=2231&PID=11933

https://www.industry.fo/ti%C3%B0indi?Action=1&NewsId=2146&PID=11933

http://www.imo.org/en/MediaCentre/PressBriefings/Pages/19-Implementation-of-sulphur-2020-limit-.aspx

http://www.imo.org/en/About/Conventions/ListOfConventions/Pages/International-Convention-for-the-Prevention-of-Pollution-from-Ships-(MARPOL).aspx

https://rederi.no/aktuelt/2017/vil-ha-null-utslipp-fra-norske-skip-i-2100/

https://www.energy-supply.dk/article/view/631619/hh_ferries_skifter_navn_og_indvier_verdens_storste_batteridrevne_faerger?ref=newsletter&utm_medium=email&utm_source=newsletter&utm_campaign=daily&fbclid=IwAR1I34KARQkGommkXaXeRzWwrTxqASwOb4cx4D5mDJNHbhKJ_wtyRAoPjRw#.W-qkuNfbC9I.facebook