Innanlands

Mortan Simonsen settur sum ráðgevi í Vinnuhúsinum

Hann kemur m.a. at ráðgeva Handilsvinnufelagnum og Oljuvinnufelagnum

2019-06-24 17:23 Author image
Jan Müller

[object Object]

 

Í farnu viku hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag sett Mortan Simonsen í starv sum ráðgeva í Vinnuhúsinum.

Mortan Simonsen er m.a. útbúgving Cand. Polit. og hevur drúgvar arbeiðsroyndir frá Fíggjarmálaráðnum umframt eitt skifti at hava verið í nevnd og leiðslu í einari størri handils- og tænastufyritøku í Føroyum. Seinastu tíðina hevur Mortan starvast sum sjálvstøðugur ráðgevi.

Uppgávurnar hjá Mortan í Vinnuhúsinum verða ymiskar. Hann kemur m.a. at ráðgeva Handilsvinnufelagnum og Oljuvinnufelagnum, umframt at gera greiningar o.l. fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og feløgini í húsinum annars.

Kelda: Vinnuhúsið