Uttanlands

Mugu standa saman um Føroyar sum sjóvinnudepil

Sjóvinnufelagið, sum  umboðar seráhugamálini hjá føroyskum fyri­tøk­um, ið selja vørur og tænastur til vinnu á sjóøki nærhendis Føroyum umframt Arktis, leggur nú aftur til brots.

Formaðurin í Sjóvinnufelagnum, Leif Hovgaard, sær spennandi framtíðar møguleikar á brúnni á føroysku skútuni

Formaðurin í Sjóvinnufelagnum, Leif Hovgaard, sær spennandi framtíðar møguleikar á brúnni á føroysku skútuni "Føroyar sum sjóveitingardepil í Atlantshavi".

2021-05-20 17:11 Author image
Jan Müller

Hann var nevndarformaður, tá felagið at Oljuvinnufelagið, og hann er aftur formaður, nú felagið hevur skift navn til Sjóvinnufelagið. Leif Hovgaard, sum gjøgnum sítt dagliga arbeiði í Magn, eisini er tætt knýttur at olju- og frálandsvinnu, og sum nú skal stýra Sjóvinnufelagsskútini inn í framtíðina, hevur ongar ætlanir um at sleppa oljuvinnuni, hóast navnaskiftið. Navnaskiftið er bara liður í eini náttúrligari tilgongd, har man lagar seg til tær broytingar, sum eru í bæði vinnuni og samfelagnum. 

[object Object]

Nevndin í Sjóvinnufelagnum: Leif Hovgaard, formaður,  Anja Jacobsen (PAM Offshore), Christian Danielsen (Articon), Eli Lassen (ASB), næstf. og Joannis Moraitis (Faroe Ship). Eykalimur er Frimodt Rasmussen (KSS)

-Tá oljuvirksemi av álvara tekur seg upp aftur eystan fyri markið eftir korona, og oljufeløg møguliga fara at seta borin í aftur føroysku undirgrundina, tá síggi eg nógvar avleiddar møguleikar fyri føroyska veitingarvinnu og fyri føroyska samfelagið sum heild í framtíðini. Hetta sigur nýggi formaðurin í Sjónvinnufelagnum, Leif Hovgaard við oljan.fo, nú eftir aðalfund í felagnum, har felagið skifti navn frá Oljuvinnufelagið til Sjóvinnufelagið.

-Vit fara at halda fram á somu kós men vilja so eisini útbyggja hana til at vera meira fevnandi um alt, sum hevur við sjógvin at gera, og so royna vit eisini at seta nýtt fokus á tað arktiska økið, sum Føroyar eru ein partur av, og sum vit tí kunnu vera við til at troyta. Í hesum sambandi nevnir hann eisini seinastu vitjanina av amerikanska uttanríkisráðharranum, sum avgjørt er nakað, ið Sjóvinnufelagið fylgir væl við í. Formaðurin heldur, at eitt tættari samstarv millum Evropa, Norðurlond og USA kann fáa sera jaligar avleiðingar fyri føroyska vinnu eisini. Og tí ætlar Sjóvinnufelagið ikki at liggja sjóvarfallið av sær men vera ein virkin partur í framtíðar tilgongdini.

-Føroyar eru eitt nýmótans samfelag mitt í Atlantshavi við góðum samskiftis-, ferða- og flutningssambandi til evropeiska meginlandið. Tí eru Føroyar kappingarførar við okkara næstu grannalond, tá ið tað snýr seg um at veita alskyns tænastur til sjóvinnuna um okkara leiðir. Fyri at menna inntøkurgrundarlagið hjá limunum og føroyska samfelagnum sum heild, fer Sjóvinnufelagið tí aktivt at virka fyri øktum vinnumøguleikum, bæði í Føroyum og uttanlands.

Føroyar góða støðu í Atlantshavi

Leif Hovgaard vísir á, at Føroyar hava eina avbera góða geografiska og harvið strategiska  støðu mitt í Norðuratlantshavi. -Vit eru og eiga meira miðvíst at marknaðarføra okkum sum eitt slag av “pitstop” fyri ferðsluni, sum fer um Atlantshav, tað verið seg eystur og vestur og suður og norð. Hann heldur, at tíðin er komin, har eitt nú Sjóvinnufelagið saman við øðrum veruliga troyta møguleikan fyri at gera Føroyar til tann  maritimatænastu- og veitingardepil í Atlantshavi, sum so leingi hevur verið tosað um.

Hesin tankin er als ikki nýggjur, og mong góð fólk undan okkum, hava arbeitt við hesum máli: at gera Føroyar til slíkan miðdepil fyri alla ferðslu sjóvegis. Og hann undirstrikar tann veruleika, at bæði hetta og undanfarin landsstýri  við stórari undirtøku frá løgtinginum, hava havt maritima depilin í sínum skjøldri. -Nú er rætta løtan at vísa hetta í verki, og vit í Sjóvinnufelagnum vilja fegin vera partur av hesum og gera okkara til at koma víðari, sigur hann og heldur fram:

-So vit gera ikki annað enn at fullføra tað arbeiðið, sum aðrir hava sett skjøtil á, og her er so oljurelateraða virksemið eystan fyri markið umframt økta ferðslan gjøgnum Arktis tveir av katalysatorunum. Aftrat hesum kemur so øll onnur hugsandi ferðsla framvið oyggjunum, ið vit á landi kunnu veita vørur og tænastur til. Leif Hovgaard heldur, at føroyingar eiga at fáa eyguni upp fyri teimum mongu møguleikum, sum tær mongu íløgurnar í eitt nú at betraðan infrastruktur á landi herundir útbygging av mongum havnum, tunnilsgerð oa. bera við sær. -Vit hava onkuntíð lyndi til at gloyma, hvussu framkomið oyggjaland vit eru við øllum teimum mongu íløgunum í eitt nú undirstøðukervið.

[object Object]

Frálandstangaskip leggur leiðina inn í Føroyum á leiðini úr Norðuratlantshavi suðureftir. 


Og í hesum sambandi heldur hann tað vera sera týdningarmikið, at vit virka og arbeiða í felag heldur enn einsæris. -Alt gott um at fyritøkur og myndugleikar av sínum eintingum seta sær mál og mið, men fyri at fáa sum mest burtur úr øllum okkara felags íløgum og ríkidømi, so er neyðugt, at vit taka hendur saman og arbeiða í felag. Í hesum sambandi vísir hann m.a. á tær góðu royndirnar frá oljuleitingini í Føroyum. Har var semja um at brúka eina havn til oljuútgerðarhavn, og eftir tað tóku nógvar fyritøkur seg saman og undir einum og sama leisti veittu ymsar vørur og tænastur til oljuvinnuna. Skálafjørðurin varð miðdepilin fyri hesi skilagóðu menningini.

-Hetta er eitt gott dømi um, hvussu vit  í sátt og semju kunnu  standa saman og harvið veita ta bestu tænastuna til professionell útlendsk oljufeløgog vinnufeløg sum heild.  Hetta sást eisini so týðuliga, tá ein risastórur oljupallur sigldi inn á Skálafjørðin fyri at verða umvældur. Ein hornasteinur í føroyskari vinnusøgu. Tá var aftur arbeitt saman, og úrslitið var hareftir: ein vælnøgdur kundi, sum so aftur kundi fara út í stóru verð og kunna um tær góðu umstøður og góðu fakfólk, sum Føroyar eiga.

[object Object] 
Boripallur til umvælingar á Skálafjørðinum

Leif Hovgaard tekur  hetta fram  fyri at vísa,  at standa vit saman, so røkka vit ikki bara langt men longst. Og hesar royndir eru nakað nýggja nevndin í Sjóvinnufelagnum ynskir at arbeiða út frá. So nú verður arbeiðsuppgávan at leggja framtíðina til rættis hjá øllum hugsandi og ymiskum veitarum av sjóvinnutænastum, soleiðis, at tað besta fæst burtur úr. Leif Hovgaard leggur aftrat, at týðandi føroysku tænasturnar til eitt nú frálands- og oljuvinnuna í t.d. Norra, fara eisini at vera partur av arbeiðinum hjá Sjóvinnufelagnum. Sjóvinnufelagið, sum í dag telur umleið 25 limir, hevur dyrnar opnar fyri altsamt fleiri limafeløgum, ið kunnu hugsa sær at vera partur av hesum spennandi og mennandi umhvørvinum.  

Oljuleiting og avleitt virksemi

Tá vit spyrja, hvønn týdning hann heldur tað hevur at fáa gongd á aftur oljuleitingina við Føroyar, er Leif skjótur at svara: -Vit hava longu nevnt stóra avleidda virksemið, sum oljuboringarnar á sinni høvdu fyri føroyskar veitarafyritøkur. Tað var tá, men tað gav okkum gott í beinið og hevur gjørt okkum nógv betri før fyri at kunna handfara eina slíka støðu í framtíðini eisini. Vit í Sjóvinnufelagnum fylgja væl við, hvat hendir á økinum eitt nú gjøgnum gott samstarv við FOÍB, Føroya Oljuídnaðarbólk, sum veitir føroyskum fyritøkum eina sera góða kunningartænastu gjøgnum føroyska oljuportalin. So hetta samstarvið, ið vit fegnir síggja eisini verður ment við Jarðfeingi og Vinnumálaráðið í framtíðini, kann avgjørt gagna okkara limum. Tí haldi eg tað er so týdningarmikið, at vit ikki bara draga hvør sína línu uttan at vita av hvørjum øðrum. Vit mugu draga eina og somu línu, sum skal hava til endamál at skapa inntøkur og arbeiðspláss og ikki minst trivnað fyri so mong í Føroyum sum tilber. 

[object Object]
Marknaðarføring av Føroyum sum sjóvinnudepil í Atlantshavi hevur alstóran týdning fyri vinnu, havnir og Føroyar sum heild. Her greiðir marknaðarleiðarin hjá Mest, Richard Mortensen, frá teimum mongu tænastum, sum Føroyar kunnu veita, á eini kanningarferð í Skotlandi. 

Leif Hovgard, sum fyri nøkrum árum síðani tók stig til eina kanningarferð til Aberdeen at vitja olju- og veitarafeløg, heldur, at tað var ein sera góð læra, tí her var vitan og royndir hjá fleiri ymsum fyritøkum sett saman við einum og sama endamáli: hvussu kunnu Føroyar fáa lut í tí nógva virksemi, sum er í grannalagnum. Leif vísir á, at hann sum umboð fyri Magn, saman við fólki frá Mest og Faroe Ship, heittu á FOÍB um at vera duraopnari til oljuvinnuna í Aberdeen, sum FOÍB longu tá hevði gott samband við. Hann heldur, at hesin túrurin veuliga var við til at víðkasjónarringin, ikki minst tí gjøgnum FOÍB eydnaðist tað at koma á tal við leiðslurnar í fleiri av olju- og veitingarfeløgunum.

-So hetta er ein leistur, sum eg væl kundi hugsað mær, at vit í Sjóvinnufelagnum eisini brúktu í framtíðini og vónandi eisini saman við bæði Jarðfeingi og Vinnumálaráðnum. Hann vísir eisini á týdningin, sum føroyski sendimaðurin í London hevði fyri ta vitjanina og kann hava fyri at fáa eitt gott úrslit burtur úr í framtíðini eisini. Her er eisini talan um, at vinnan og tað almenna gjøgnum sendistovu draga eina línu.  Hesin var eisini við á kunningarferðini til Aberdeen á sinni. At FOÍB hevur ein umboðsmann í Bretlandi, Louis Wilson, er gott  fyri ikki bert oljuumhvørvið í Føroyum men fyri Føroyar sum heild heldur Leif.

Nú vit tosa um olju- og frálandsvinnuna, so heldur formaðurin í Sjóvinnufelagnum, at tað uttan iva kunnu liggja fleiri spennandi arbeiðsuppgávur fyri føroyskar veitarar, tá og um álvara verður gjørt av at útbyggja fleiri stór olju- og gassfelt eystan fyri Føroyar.

-Eg lesi á oljan.fo, at tað er í umbúnað at byggja út ikki færri enn fýra stór felt, ið øll liggja heilt tætt við føroyska markið ella eitt sindur frá markinum. Korona hevur gjørt, at stegður er komin í, men nú tykist tað at broytast aftur, so vit fara at síggja, at endalig og vónandi jalig støða fer at verða tikin til fleiri av hesum útbyggingum í næstum. Her er ikki minst vert at býta merki í, at oljukeldan Cambo, sum liggur bara nakrar fáar fjórðingar frá føroyska markinum, helst verður útbygd, og sum eg skilji vil ein slík útbygging eisini varpa ljós á Føroyar. Tí teinurin til Føroya er stytri enn til Hetland og Skotlands, og tá kann tað møguliga loysa seg hjá oljufeløgum at brúka føroyskar vørur og tænastur. 

-Eg síggi tí bæði komandi virksemið eystan fyri markið og møguliga leiting á føroyska landgrunninun, sum ein týðandi part av okkara framtíðar arbeiðsmøguleikum.

[object Object]

Føroyskt ferðalag á kanningarferð í Aberdeen nøkur ár herfyri, her verður vitjað hjá oljufelagnum Siccar Point Energy, sum er tað mest virkna oljufelagið á Atlantsmótinum, nær føroyska markinum. 

Partur av grøna orkuskiftinum

Formaðurin í Sjóvinnufelagnum fylgir eisini væl við í tí, sum hendir í grøna orkuskiftinum. Tað fer so eisini at vera ein týðandi partur av arbeiðsøkinum hjá Sjóvinnufelagnum – at vera við til at stuðla uppundir grøna orkuskiftið í tann mun limirnir í Sjóvinnufelagnum megna tað. Her hugsar hann so eisini um menningina av alternativum orkukeldum og -hættum, sum teirra limir náttúrliga eru partur av. Eitt nú verður nógv tosað um framtíðar vindmylnulundir til havs. Men Sjóvinnufelagið eigur ikki bara at leggja seg eftir einstøkum vinnum og økjum um okkara leiðir. Vit eiga so sanniliga eisini at hyggja norðureftir til Arktis og virksemið har.

Leif Hovgaard hevur tí eisini antennurnar úti, hvat hendir í Arktis í framtíðini. Hann sær Føroyar sum ein avgjørdan part av menningini av skipaferðsluni millum Asia og Evropa og heldur fyri, at okkara politikarar saman við vinnulívinum eiga longu nú at seta út í kortið eina ætlan, har m.a. føroyskar havnir koma á landakortið, sum partur av tænastuveitingum á sjórutunum millum heimspartarnar. Havnirnar hava nevniliga ein týðandi leiklut í royndunum at gera Føroyar til ein tænastu- og veitingardepil í Norðuratlantshavi.

-Her eiga vit ikki bara at sita hendur í favn og hyggja at, hvat fer at henda. Vit eiga sjálvi at taka neyðugu stigini nú soleiðis, at vit gerast ein nátúrligur partur av menningini.

[object Object]

Siglingarleiðirnar um Arktis fara eisini framvið Føroyum