Innanlands

Myndir: Eldborg og Sjoborg skifta manning á Havnini

Tað er ikki ofta, hesi skipini eru í Føroyum, men nú koronasmittan ger um seg, koma skipini hjá Skansi Offshore á Havnina at skifta manning

Fegnast um at fáa pápa og unnusta heim (Mynd: Jan Müller)

Fegnast um at fáa pápa og unnusta heim (Mynd: Jan Müller)

2020-03-30 12:15 Author image
Sverri Egholm

Kongsborg var á Havnini í gjár, og fyrrapartin komu Eldborg og Sjóborg til høvuðsstaðin at skifta manning.

Hetta er fyrstu ferð skipini koma til Føroya, síðani tey vórðu bygd fyri umleið 10 árum síðani. Koronasmittan ger, at leiðslan í Skansi hevur avgjørt at taka skipini heim, heldur enn at lata manningarnar fara við flogfari, nú vandi er fyri at verða smittaður.

Eingin er sloppin umborð ella í land á skipunum nú í longri tíð, og tað ger, at manningarnar sleppa undan at fara í sóttarhald, nú tær koma til Føroya. Tað hava tær longu verið nú í fleiri vikur.

Les eisini: Skansamanningarnar skulu ikki í sóttarhald