Innanlands

Nevndarlimur í føroyska Tjaldur á ovastu rók í oljurisanum BP

Helge Lund hevur verið ein hin fremsti at rudda slóð fyri føroyskari oljuleiting

Helge Lund, sum flest allir føroyingar kenna og minnast frá oljuleitingini við Føroyar. Hann mundi vera ein tann dyggasti at rudda slóð fyri leiting á føroyska landgrunninum. Nú verður hann nevndarformaður í BP

Helge Lund, sum flest allir føroyingar kenna og minnast frá oljuleitingini við Føroyar. Hann mundi vera ein tann dyggasti at rudda slóð fyri leiting á føroyska landgrunninum. Nú verður hann nevndarformaður í BP

2018-07-26 15:20 Author image
Jan Müller

Sum nevndarformaður í BP fær hann - hvør veit - møguleikan aftur at vera við til at menna leiting við Føroyar.

Í dag tekur Helge Lund, fyrrverandi stjóri í Statoil, við sum nevndarlimur í einum av heimsins størstu oljufeløgum, bretska BP. Hetta boðar BP frá í tíðindaskrivi í morgun. Tað var í apríl í ár, at BP kunngjørdi, at tað hevði gjørt av at seta nýggjan nevndarformann í fyritøkuni, norðmannin og roynda oljustjóran, Helge Lund. Hann tekur við eftir svenska formannin 1. januar 2019. Ætlanin var, at hann skuldi taka við sum nevndarlimur 1. september, men hetta er framskundað og tekur hann við longu í dag.

Hetta eru avgjørt tíðindi, sum eiga at hava áhuga í Føroyum eisini. Tí Helge Lund er ikki hvør sum helst í føroyskum høpi. Hann er m.a. nevndarlimur í føroyska felagnum, Tjaldur. Rúni M. Hansen er nevndarformaður í Tjaldur og hevur í mong ár arbeitt tætt saman við tann fryntliga og dámliga Helga Lund. Hetta í tíðini, tá Statoil var motorurin í føroyskari oljuleiting, og tá Helge Lund var forstjóri í norska felagnum. Tá var Rúni M. Hansen, umframt at vera stjóri í føroyska Statoil, eisini leiðari fyri arktisku deildini hjá Statoil og stóð tí forstjóranum sera nær. Í dag arbeiða Rúni M. Hansen og Helge Lund tætt saman í Tjaldur, sum hevur virksemi í Føroyum og í útlandinum.

Oljuportalurin heldur tað verður áhugavert  at fylgja við, tá Helge Lund tekur við sum nevndarformaður í BP, sum jú var eitt av fyrstu feløgunum at vísa føroyskari oljuleiting ans. Felagið er í dag tað mest virkna í føroyska grannalagnum, vestan fyri Hetland. Og tað er neyvan nakar ivi um, at føroyskir oljumyndugleikar fegnir høvdu viljað sæð fyrrverandi Statoil-stjóran og komandi BP nevndarformannin aftur venda oljukikaranum móti føroyska landgrunninum, nú felagið longu er so virkið skamt frá føroyska markinum. Tætta tilknýtið til føroysku fyritøkuna Tjaldur kann møguliga – hvør veit – gerast ein nýggj brúgvabyggjan millum framtíðar føroyska oljuleiting og bretska oljurisan. Hetta er heldur eingin dvørgur í heimshøpi. Marknaðarvirðið á BP er 100 milliardir pund. Livst so spyrst.

Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Tjaldur og fyrrverandi stjóri í Statoil saman við Helga Lund, tá hesin var forstjóri í Statoil (Mynd: Jan Müller)

Heðin Mortensen, táverandi borgarstjóri í Tórshavn og Johan Dahl, táverandi oljuráðharri hitta Helga Lund á ONS í Stavanger (Mynd: Jan Müller)