Uttanlands

Nevndarlimur í føroyska Tjaldur afturvaldur til formann í Novo Nordisk

Helge Lund er kendur í Føroyum sum oddamaður hjá Statoil undir oljuleitingini. Hann er nevndarformaður í heimskendum fyritøkum sum Novo Nordisk og BP

2020-03-29 16:22 Author image
Jan Müller

Helge Lund, fyrrverandi stjóri í norska oljufelagnum Statoil, var hósdagin afturvaldur til nevndarformann í eini av størstu fyritøkunum í Norðurlondum, nevniliga donsku heilivágsfyritøkuni "Novo Nordisk". Helge Lund er væl kendur í Føroyum bæði frá tíðini, tá Statoil gekk á odda við oljuleitingini her, men nú eisini sum nevndarlimur í føroysku vinnufyritøkuni “Tjaldur", har hansara fyrrverandi starvsfelagi í Statoil, Rúni M. Hansen, er nevndarformaður. 

Hóast farin frá gamla Statoil, so hevur Helge Lund framvegis eitt bein í altjóða oljuvinnuni. Hann er nevndarformaður í bretska oljufelagnum BP.

Við sínum drúgvu royndum og nógvu vitan er Helge Lund eisini nógv umbiðin til samrøður við altjóða miðlar. Og so var eisini henda dagin, tá hann tók við aftur formanssessinum í tí heimskendu donsku fyritøkuni Novo Nordisk.

Undir yvirskriftini:  “Heimurin mitt í eini humariterari kreppu” í Berlingske úttalar hann seg m.a. um koronasmittuna. Helge Lund sigur, at koronakreppan hevur ikki bert sett kíla í samlaða heimsbúskapin men eisini skapt eina menniskjansliga neyðstøðu, sum hevur fingið álvarsligar og ræðandi avleiðingar fyri túsundtals fólk kring heimin.

Hann vísir í samrøðuni á, at hjá Novo Nordisk ræður um at varðveita veitingarnar av heilivági til umleið 30 mió. fólk kring allan heimin, sum dagliga brúka heilivágin frá danska milliardasamtakinum.

Novo Nordisk telist eisini millum tær donsku fyritøkurmar, sum miðvíst eru farnar inn í stríðið móti koronasmittuni við eitt nú at fíggja maskur til danska heilsuverkið og etanol til framleiðslu av hondspritti.

“Vit hava sum fyritøka eina stóra ábyrgd og vilja vit halda fram við at geva okkara íkast,” sigur Helge Lund.