Uttanlands

Lív í aftur oljuútbygging við Føroyar

Oljufelagið Equinor er farið undir at endurskoða útbygging av risakelduni Rosebank nær Føroyum. Lærdómur frá Barentshavinum kemur væl við.

2019-02-15 15:47 Author image
Jan Müller

[object Object]

Rosebank liggur skamt frá føroyska markinum.

Herfyri boðaði norska oljufelagið Equinor frá, at tað hevði keypt 40% av ognarlutinum í risastóru oljukelduni Rosebank skamt frá føroyska markinum. Felagið keypti amerikanska oljufelagið Chevron út úr loyvinum og hevur sostatt átikið sær leiklutin sum fyristøðufelag tvs., at Equinor nú fer at seta fulla ferð á útbygging av oljukelduni, eftir at hon hevur ligið á tekniborðinum, síðani Rosebank varð funnið í 2004.

Nú boðar so norska oljufelagið frá, at tað fer at venda og endurskoða útbyggingarætlanina hjá Chevron, og til tess fer tað at brúka royndirnar frá útbyggingini av Johan Casterg oljukelduni í Barentshavinum. Søgan um Johan Castberg er tann, at útbyggingin varð løgd á hillina nøkur ár herfyri, tí hon gjørdist ov dýr. So fóru serfrøðingar hjá Equinor at endavenda verkætlanini og varð úrslitið, at útbyggingin gjørdist helvtina so kostnaðarmikil. Serstakliga eydnaðist tað at fáa kostnaðirnar í sambandi við undirveitarar lækkaðar munandi. Tað er júst henda leistin, sum Equinor nú fer at brúka á Rosebank kelduni nær Føroyum umframt at gera broytingar í sjálvari útbyggingarverkætlanini.

Equinor er annars í løtuni í samráðingum við bretska myndugleikan OGA um at víðka um sjálvt leitiloyvið. Mett er at Rosebank goymir í minsta lagi 300 mió. tunnur av olju. Ein útbygging við einum oljuframleiðsluskipi, FPSO, fer at kosta umleið 40 mia. kr. Tá verður talan um einar 20 framleiðslubrunnar. Umframt Equinor eigur oljufelagið Suncore 40% og Siccar Point 20% av loyvinum.

Tað áhugaverda við Rosebank oljuni er, at hon liggur inni í basaltløgum. Nakað, sum kann fara at gagna føroyskari leiting eisini. Haraftrat fer gass eisini at verða framleitt og til tess verður neyðugt at gera íløgu í eina gassleiðing til lands í Hetlandi. Ein slík rørleiðing kann fáa stóran týdning fyri alt økiðs rundan um, og tað vil siga eisini tí føroyska, sum kann hugsast at vilja binda í einaferð í framtíðini, tá og um gassfund verða gjørd føroysku megin markið.

Tað er greitt, at føroyskir myndugleikar fylgja neyvt gongdini hinumegin markið, nú útlit eru til ein nýggjan infrastruktur í økinum. Eisini vinnan í Føroyum liggur framvið, nú tað verður aktuelt at útbyggja. Rosebank liggur nevniliga væl nærri Føroyum enn skotskum havnum, so møguleikar skuldu verið fyri eini føroyskari luttøku, tá útbygging fer í gongd. Júst hesin spurningurin varð eisini havdur á lofti, tá ein føroysk vinnunevnd herfyri vitjaði oljufeløg í Aberdeen.