Uttanlands

Norra fer at halda fram við oljumenningini eftir valið

Erna Solberg fer at geva grønt ljós til víðari oljuútbyggingar fær hon valdið eftir valið. Tað fær stóran týdning fyri fleiri føroyskar fyritøkur.

2021-07-19 15:20 Author image
Jan Müller

Norski forsætisráðharrin Erna Solberg er ikki í iva. Høgrastjórnin  fer at kenna tað sum sína ábyrgd at halda fram við olju- og gassleiting og framleiðslu eisini eftir norska stórtingsvalið í september. Hetta sigur hon við Financial Times.

Roknað verður við at norska oljuframtíðin fer at vera eitt av høvuðs kjakevnunum undan valinum. Erna Solberg, forkvinna í Høgraflokkinum,  hevur sitið við valdinum síðani 2013 og halda eygleiðarar, at møguleiki er fyri, at hon enn einaferð tvs. triðja skeið á rað, fer at standa á odda fyri eini komandi minnilutastjórn. Hetta hóast veljarakanningar rokna við afturgongd til Høgraflokkin.

Avbjóðarin til valdið er Arbeiðaraflokkurin saman við Centerflokkinum, ið báðir ganga inn fyri at halda fram við bæði oljuleiting og framleiðslu. Teir fara entá longur enn veerandi stjórnarflokkar og vilja loyva leiting í Arktis ella Barentshavinum. Tó koma teir helst at hava brúk fyri stuðuli frá minni flokkum, sum ikki eru so fegnir um verandi oljupolitikkin.

Arbeiðaraflokkurin hevur so eisini tann trupulleika, at flokkurin í dag  hevur leiðsluna í Oslo saman við teimum grønu, ið  taka undir við IEA um at steðga nýggjum oljuvirksemi. Tey grønu siga, at tey fara ikki í samgongu við flokkar, sum stuðla framtíðar útbyggingar av oljufundum.

Erna Solberg sigur við Financial Times, at hon hevur onga ætlan um at fylgja niðurstøðuni hjá altjóða orkustovninum, IEA, um at gevast við oljuleiting og øllum útbyggingum av oljufundum. Hon sigur, at tað fer at verða tørvur á norskari olju og gassi í mong ár aftrat eins og á vetni. Hon heldur eisini, at norska oljan kann vera partur av grøna orkuskiftinum. Bæði oljuvinnan og Solberg sjálv halda, at verandi oljuvinna hevur neyðuga kapitalin til at gera íløgur í varandi orkukeldur, um somu tíð sum oljuídnaðurin kann vera við til at veita tænastur til menningina av havvindorku.

Oljuframleiðslan fer at minka, og stórar broytingar fara at henda á orkuøkinum. Spurningurin er bara, hvussu skjótt. Norra er í dag størsti framleiðari av olju og gassi í vestara partinum av Evropa. Og oljuvinnan heldur lív í stórum tali av arbeiðsplássum umframt at vera eitt høvuðsgrundarlagið undir búskapinum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Avgerð um at halda fram við oljuvirkseminum og eisini at leita eftir nýggjum keldum umframt at útbyggja longu gjørd fund fer uttan iva eisini at hava stóran týdning fyri føroyskar fyritøkur, sum arbeiða í norsku oljuvinnuni. Her er bæði talan um Pam Offshore Services og Faroes Supply Services, ið lata føroyskar arbeiðsmegi til norskar oljuvinnufyritøkur - umframt fyritøkurnar Skansi Offshore og Thor í Hósvík, ið veita týðandi tænastur til norsku oljuvinnuna.

So tað ber til at siga, at um oljupolitikkurin eftir komandi stórtingsval fer at halda fram, har leitað verður víðari og somuleiðis útbygt, kann koma at ganga fleiri føroyskum fyritøkum og teirra mongum starvsfólkum.