Uttanlands

Norra fingið nýggjan olju- og orkuráðharra

Sylvi Listhaug er fjórði olju- og orkuráðharrin í stjórnini hjá Ernu Solberg.

Nýggi olju- og orkuráðharrin í Norra, Sylvi Listhaug saman við Ernu Solberg, forsætisráðharra

Nýggi olju- og orkuráðharrin í Norra, Sylvi Listhaug saman við Ernu Solberg, forsætisráðharra

2019-12-21 16:03 Author image
Jan Müller

 

[object Object]

Kjell Børge Freiberg, sum nú fer frá sum olju- og orkumálaráðharri í Norra

Eftir bara gott og væl eitt ár í starvinum sum olju- og orkumálaráðharri hevur Kjell-Børge-Freiberg nú fingið sín eftirfylgjara, Sylvi Listhaug. Hon verður fjórði ráðharrin, sum skal røkja hesi málini í stjórnini hjá Ernu Solberg seinastu 3-4 árini. Eins og undanmaður hennara umboðar nýggi ráðharrin Framburðsflokkin.

Skoðsmálini, sum fráfarandi ráðharrin fær í norskum miðlum, eru misjøvn. Felagið hjá norska oljuídnaðinum sigur, at tað hevur havt eitt gott samskifti við ráðharran, hóast tey ikki altíð hava verið samd. Umboð fyri umhvørvisfelagsskapin Belona sigur, at tað er gott, at Freiberg fer frá, men er samtíðis í iva um, hvussu væl nýggi ráðharrin fer at roynast, nú hon sambæart Belona áður hevur verið rættiliga krittisk ímóti pørtum av grøna rákinum, eitt nú skal hon hava funnist at vindmyllum á landi og hon skal hava verið ivandi um broytingar í veðurlagnum eru mannaskaptar. Hesum hevur Erna Solberg, forsætisráðharri víst aftur.

Freiberg, sum nú fer frá, fær heldur ikki góð skoðsmál frá vinnuni sjálvari. Eitt nú sigur umboð fyri Equinor, at hann hevur verið alt ov nógv jaliga fokuseraður uppá oljuna heldur enn eisini at vísa størri áhuga fyri grønu broytingini. Ein av mest týðandi uppgávunum hjá nýggja ráðharranum verður at skunda undir ætlaninar at kunna fanga og goyma CO2 meta fleiri eygleiðarar.

50 ár eftir at norska oljuævintýrið byrjaði hevur Kjell Børge gjørt eitt stórt arbeiði fyri at menna mest týðandi vinnuna í Norra, sum í dag hevur 170.000 fólk í arbeiði sigur Solberg. Í hansara tíð sum ráðharri hava vit eisini skrivað eitt sera týðandi nýtt kapittul í olju- og orkusøguni, sum er útbyggingin av havvindmylnulundini Haywind Tampen, sum verður tann størsta av sínum slag í heiminum.