Uttanlands

Norra rakt tvífalt av korona og oljuprísi samtíðis

Tað rakar Norra tvífalt so hart, at korona og oljuprískríggj koma um sama mundið

2020-03-17 13:07 Author image
Jan Müller

Norra, eitt av heimsins ríkastu londum, og her ikki minst vegna stóra oljuríkidømið, verður nú rakt tvífalt so hart sum aðrir búskapir.  Norra verður nevniliga rakt bæði av fallandi oljuprísinum og vaksandi koronasmittuni samtíðis.

Oljuvinnan er størsta vinnan í Norra við meira enn 225.000 starvsfólkum. Hesi standa fyri meira enn einum fimtingi av samlaða búskapinum. So tá oljuprísurin fer nærum niður í helvt eftir fáum døgum kemur tað sera svárt við hjá norska búskapinum. Tað rætt og slætt fossar úr norska oljugrunninum. Hetta hendir fyrst og fremst eftir, at Russland noktaði fyri at lækka sína framleiðslu enn meira, og Saudi Arabia eftir tað svaraði aftur til at opna allar oljuslúsurnar. Harvið er oljuprísurin í fríum falli. Talan er um veruligt prískíggj millum hesar tvær av heimsins fremstu oljutjóðum.

Aftrat hesum kemur so koronasmittan sum enn ein hóttan móti tí annars sterka norska búskapinum.

So mikið nógv olja og gass er á marknaðinum, at brúk er ikki fyri framhaldandi øking í framleiðsluni. Nú hevur Saudi Arabi so boðað frá, at tað í apríl og mai fer at skrúva meira frá kranunum og oysa olju út á tann frammanundan yvirfylta marknaðin.

Greinarar rokna við, at oljuprísurin kann lækka heilt niður á 20 dollarar, tá arabiski oljurisin gera álvara av sínum ætlanum.