Uttanlands

Norra skerjir oljuframleiðsluna

Tað er fyrstu ferð síðani 2002, at norska stjórnin tekur avgerð um at skerja framleiðsluna av olju. Hetta verður gjørt fyri at stuðla tiltøkum, sum kunnu betra um oljuprísin

2020-04-30 17:39 Author image
Jan Müller
placeholder

Norska stórnin hevur gjørt av at fylgja øðrum oljuframleiðandi londum kring heim og skerja sína oljuframleiðslu.

Skerjingin kemur í gildi í juni, tá framleiðslan verður minkað við 250.000 tunnum um dagin og síðani við 134.000 tunnum um dagin í seinnu helvt av 2020. Samtíðis verður framleiðslan frá fleiri keldum í desember í ár lækkað við 300.000 tunnum um dagin.

Seinast oljuframleiðslan í Norra varð lækkað var í 2002.

Tað var í gjárkvøldið, at norski oljuráðharrin Tina Bru kunnaði um, at Norra nú fer at minka um oljuframleiðsluna. Tó verður gassframleiðslan ikki ávirkað.

Andstøðan í norska Stórtinginum tekur undir við avgerðini hjá stjórnini at minka um framleiðsluna, sum kemur eftir, at Opec+ herfyri gjørdu av at skerja teirra framleiðslu við nærum 10 mió. tunnum um dagin fyri at viga upp ímóti stóru minkingini í eftirspurninginum í kjalarvørrinum á koronakreppuni.

Frá 1. mai kemur avgerðin hjá Opec+ í gildi, og væntandi fer hetta eisini at ávirka oljuprísin.

placeholder