Uttanlands

Norska Equinor brúk fyri nógvum nýggjum starvsfólkum

Fyrst og fremst er tað nýggja Johan Sverdrup útbyggingin, sum krevur nógv starvsfólk

Norska Equinor brúk fyri nógvum nýggjum starvsfólkum
2018-08-24 12:21 Author image
Jan Müller

Norska oljufelagið Equinor hevur avgjørt at økja munandi um starvsfólkatalið í mat- og reingerðarpartinum av oljuvinnuni. Talan er um at seta 79 nýggjar kokkar og reingerðarfólk á fleiri av oljupallunum í Norðsjónum. Hetta er fyrstu ferð í 10 ár, at Equinor tekur avgerð um at økja um manningina á hesum starvsøkjunum. Tey koma so eisini at hava arbeiðsuppgávur á tyrlupallunum og annars trygdaruppgávur sum heild.

Tað hevur annars gingið tann øvugta vegin í norsku oljuvinnuni, síðani oljuprísurin kavaði fyri nøkrum árum síðani. Eftir at prísurin aftur er komin uppá á eitt væl hægri støði, hevur tað fingið oljufeløg at økja aftur um starvsfólkini í vinnuni.

Tað er fyrst og fremst nýggja oljuútbyggingin Johan Sverdrup, sum er orsøkin til, at Statoil nú veksur um sín starvsfólkaskara. Henda oljukeldan, sum er ein tann størsta, ið er funnin á norska landgrunninum, verður tikin í brúk í næsta ár og fara 2400 fólk at hava arbeiði á hesum eina feltinum.

Umboð fyri Equinor sigur, at tað er tó ikki bara á Johan Sverdrup feltinum, at starvsfólkahópurin veksur. Hetta ger seg galdandi umborð á fleiri av teimum stóru framleiðslupallunum hjá Equinor. Og hóast felagið hevur megnað at skerja kostnaðirnar og effektivisera virksemið, so er nú kortini tørvur á fleiri starvsfólkum. Eisini tað at fólk fara í pensión ger, at brúk er fyri nýggjum starvsfólki.

Kelda: Sysla Offshore