Uttanlands

Norska Equinor keypir risastóra oljukeldu nær føroyska markið

Nú Equinor hevur keypt 40% av oljukelduni Rosebank merkir tað, at hon verður útbygd. Hettta kann varpa ljós á Føroyaøkið aftur.

Norska Equinor keypir risastóra oljukeldu nær føroyska markið

Rosebank liggur bert fáar kilometrar frá føroyska markinum. Tá keldan varð funnin í 2004 var hon ein av orsøkunum til, at fleiri feløg tá søktu um leitiloyvi við Føroyar. Nú fáa vit at síggja, um keypið hjá Equinor og avgerð um at útbyggja aftur fer at varpa ljós á Føroyaøkið.

2018-10-01 17:13 Author image
Jan Müller

So gjørdu teir tað aftur. Norska oljufelagið Equinor hevur keypt nærum helvtina av stóru oljukelduni Rosebank, sum liggur fáar kilometrar frá føroyska markinum. Hetta hendir 14 ár eftir, at felagið gjørdist partur av hesum týðandi oljufundinum á Atlantsmótinum. Men tá oljuprísurin kavaði í 2014 seldi táverandi Statoil henda partin. Nú er felagið so komið aftur til Rosebank, og hetta má sigast at vera ein stórhending í oljuverðini, tí at eitt so fíggjarliga og tøkniliga sterkt oljufelag sum Equinor nú keypir 40% av hesi stóru oljukelduni, merkir, at uppaftur størri fokus verður sett á alt økið eystan fyri Føroyar.Og hvør veit, helst eisini á Føroyaøkið.

”Vit síggja fram til at gerast fyristøðufelag fyri Rosebank. Vit kunnu vísa til úrslit av útbyggingum í øllum Norðsjónum og kunnu nú brúka hesar royndirnar til eina nýggja verkætlan í Bretlandi.” Hetta sigur Al Cook, konsernstjóri hjá Equinor. 

Equinor hevur keypt frá Chevron, sum øll árini hevur ivast í, um tað vildi útbyggja kelduna. Nú Equinor hevur keypt teirra part merkir tað sjálvandi, at felagið hevur tikið avgerð um at útbyggja hesa stóru oljukelduna í føroyska umhvørvinum. Hini feløgini í loyvinum eru Siccar Point við 20% og Suncore við 40%.

Eingin ivi er um, at avgerðin hjá Equinor fer at skapa uppaftur størri vónir til oljuleiðirnar eystan fyri føroyska markið.

Kelda: Statoil.com

 

Skrivstovan hjá Equinor í Aberdeen, har tey nú fáa úr at gera