Uttanlands

Norska oljuverkfallið av

Arbeiðið á seks av oljupallunum á norska landgrunninum er nú tikið uppaftur

Fult virksemið er nú aftur á oljupallum á norska landgrunninum

Fult virksemið er nú aftur á oljupallum á norska landgrunninum

2020-10-12 10:17 Author image
Jan Müller

Nú um dagarnar varð semja gjørd millum fakfelagið hjá oljufeløgum og fakfelagið hjá oljuarbeiðarum í Norra um at fara aftur til arbeiðis á 6 oljufeltum á norska landgrunninum.

Hetta eru góð tíðindi fyri partarnar og ikki minst fyri norskar myndugleikar, nú verkfallið hevur rakt stóran part av oljuframleiðsluni og m.a. hótti við at lata aftur oljurisan Johan Sverdrup.

Orsøkin til ósemjuna snúði seg um, at oljuarbeiðarar á pallum til havs vildu hava somu løn og sømdir, tá teir fóru í land at arbeiði, nú alsamt størri partur av arbeiðinum umborð á pallum verður gjørdur úr landi.