Uttanlands

Norski Hægstirættur loyvir oljuleiting í Barentshavinum

Umhvørvisfelagskapir fingu ikki viðhald, tá teir vildu hava Hægstarætt at forbjóða framtíðar oljuleiting í Barentshavinum

Umhvørvisfelagsskapir í Norra fingu ikki viðhald í Hægstarætti, tá teir kravdu, at staturin skal gevast við at lata loyvi til oljuleiting í Barentshavinum og Arktis

Umhvørvisfelagsskapir í Norra fingu ikki viðhald í Hægstarætti, tá teir kravdu, at staturin skal gevast við at lata loyvi til oljuleiting í Barentshavinum og Arktis

2020-12-22 11:40 Author image
Jan Müller
Norski Hægstirættur hevur í morgun almannakunngjørt dóm í málinum millum Greenpeace og Natur og Ungdom og norska statin. Umhvørvisfelagsskapirnir høvdu stevnt norska statin fyri brot á Grundlógina, nú hann hevur góðtikið, at oljufeløg leita eftir olju og gassi í Barentshavinum og Arktis. Teir grundaðu sítt krav á, at tað í Grundlógini stendur, at tað er ikki loyvt at fremja atgerðir, sum kunnu hótta trygdina og heilsuna hjá komandi ættarliðum. Og tað halda teir, at oljuleiting ger. 
 
Sama sakarmál hevur áður verið í bæði Tingrættinum og Løgmannsrættinum og varð afturvíst har eisini. 
 
Hægstirættur heldur, at leitiloyvi, sum eru latin í 23. leitiútbjóðing, ikki eru í stríð við grein 112 í Grundlógini, sum umrøður umhvørivsmál.  Umboð fyri umhvørvisfelagsskapirnar siga seg vera sera vónbrotin av avgerðini hjá Hægstarætti og vísa á, at tey nú fara at kanna, um málið kann viðgerast í evropeiska mannarættindardómstólinum. Hóast meirilutaavgerðina so vóru fýra dómarar ósamdir við dómin, tí teir mettu, at kanningar av møguligum útláti frá framtíðar framleiðslu í Barentshavinum og Arktis, ikki vóru viðgjørdar, áðrenn loyvi vórðu latin í 2013. Felagsskapirnir, sum saksøktu norska statin, halda ikki, at oljuleitiloyvi eru í tráð við Parísavtaluna, sum Norra eisini hevur undirskrivað. 
 
Keldur: BBC og E24