Uttanlands

Norski Hægstirættur viðger oljuleiting í Arktis

Umhvørvisfelagsskapir vilja hava hann at steðga framtíðar oljuleiting í Barentshavinum

2020-11-05 14:56 Author image
Jan Müller

Í vikuni  fór Hægstirættur í Norra undir at viðgera eitt mál, sum umhvørvisfelagsskapir hava tikið upp, nevniliga at steðga nýggja leiting í Barentshavinum, tí hon sambart umhvørvisfeløgum gongur ímóti veðurlangsavaluni, sum varð gjørd í París í 2015. 

Umhvørvisfólk vilja hava Hægstarætt til at seta forboð fyri nýggjari leiting tvs. boringum í økinum norðan fyri Norra. Teirra útlegging av norsku grundlógini er, at oljuleiting í Barentshavinum stríðir ímóti andanum í grundlógini og vilja tí hava Hægstarætt at koma til somu niðurstøðu. Tey vísa á, at grundlógin sigur, at øll hava rætt til eitt reint og sunt umhvørvi. Men tað verður ikki gørligt at tryggja tað, um hildið verður fram at bora eftir meira olju sigur Frode Pleym frá Greenpeace sambært Reuters.  -Vit vóna og rokna við, at Hægstirættur fer at døma til frama fyri okkara søk.
 
Annars kom ein  lægri rættur í 2016 í einum dómi um sama mál til ta avgerð, at stjórnin við at lata 10 loyvi til oljufeløg, teirra millum Equinor, í Barentshavinum, einki ólógligt hevði gjørt, sum stríddi móti Grundlógini.  Eygleiðarar siga, at stórur spenningur er um hetta málið, tí ein avgerð í Hægstarætti, sum tekur undir við umhvørvisfelagsskapunum, kann koma at raka norska vinnu, sum longu hevur nógv virksemi í Barentshavinum, meint.  Tað eru Greenpeace Norway og Nature and Youth, sum ganga á odda í sakarmálinum. Rættur fer at hoyra partarnar í málinum fram til 12. november.