Uttanlands

Norski oljugrunnurin ger fyrstu íløguna í grøna orku

Keypir 50% av vindorkufyritøku hjá danska Orsted í Hálandi

Almenni norski oljugrunnurin ger fyri fyrstu ferð íløgu í vindorkuverkætlan

Almenni norski oljugrunnurin ger fyri fyrstu ferð íløgu í vindorkuverkætlan

2021-04-09 10:50 Author image
Jan Müller

Almenni norski oljugrunnurin ger nú fyri fyrstu ferð eina íløgu í varandi orku. Hann keypir part av hálendskum havvindorku-projekti, sum danska orkufelagið Orsted eigur. Orsted er fyrrverandi oljufelagið Dong, sum stóð fyri stórum parti av danska oljuvirkseminum í Norðsjónum men sum seinni bleiv broytt til eitt orkufelag, sum burturav tekst við varandi orku. Orsted verður mett sum eitt av teimum fremstu í heiminum á sínum øki.

Tað var í fjør, at norska stjórnin sum part av sínum um nýggja politikki á grøna orkuøkinum loyvdi grunninum at gera íløgur í varandi orkukeldur. Grunnurin hevur síðani hugt at 8 møguligum sól- og vindorkuprojektum síðani fyrst í ár 2020 og hevur nú tikið avgerð um sítt fyrsta keyp.

Norski oljugrunnurin hevur gjørt av at keypa 50% av umrøddu vindorkuverkætlan fyri 1,4 mia. evrur skrivar Financial Times.

Norski oljugrunnurin hevur seinastu fjórðingsøldina umsitið meginpartin av inntøkunum frá oljuvirkseminum á norska landgrunninum. Ein lítil partur verður so brúktur til norska samfelagshúsarhaldið, meðan grunnurin, sum  er heimsins størsti sjálvstøðugi grunnur av sínum slag, brúkar part av grunnsfæinum til at keypa upp fastar ognir  í fleiri av heimsins størstu býum so sum London, New York, París og Tokio umframt at gera íløgur í partabrøv og lánsbrøv.

Nú sær leiðslan fyri grunnin, sum fær undirtøku frá stjórnini, møguleikar fyri at fara undir at gera íløgur í grøna skiftið. Hetta er so byrjanin.