Uttanlands

Norski oljugrunnurin verdur 12.000 mia. kr.

Síðani nýggjár er marknaðarvirðið á norska oljugrunninum vaksið við 1000 mia. kr. til 12.000 mia., sum er met

2021-07-14 14:05 Author image
Jan Müller

Hetta hendir eftir stóran vøkstur á altjóða børsum og samtíðis  eina viknandi norskari krónu í mun til onnur gjaldoyru, veit E24 at siga frá.  Tað er nógva og vaksandi oljuvirksemið í Norðsjónum, sum  hevur havt við sær ein stóran vøkstur í oljugrunninum eisini. Við byrjanina av 2013 vóru 3.800 mia. norskar kr. í grunninum, so her er talan um ein vøkstur uppá góðar 8000 mia. seinastu 8 árini. Hetta merkir eitt virði til hvønn norðmann uppá 2,4 mió. kr. Høga virðið á oljugrunninum kemur frá stórum sveiggjum  á bæði partafelagsmarkaðninum, krónu-kursinum og á oblikatiónsmarknaðinum. 

Tað eru tey, sum ávara ímóti at taka støðuna í løtuni sum nakað givið, tí nógv kann broytast eftir stuttari tíð. Sveiggini á marknaðunum kunnu koma at raka oljugrunnin tann øvugta vegin eisini, og tí eiga norðmenn ikki at taka gleðina uppá forskot. 

Støðan er tó tann, at virðið á grunninum er 40% hægri enn meðaltalið tey seinastu tíggju árini, so greinarar vísa á, at grunnurin hevur fingið nógv fyri einki orsakað av, at partabrævakursurin er vaksin so nógv í seinastuni. Hevði hann ikki verið so mikið høgur, tá hevði virðið á grunninum einsvæl kunnað verið t.d.  9000 mia. heldur enn tær 12.000, sum hann er í løtuni. 

Hvørt ár fær norski staturin loyvi til at taka góð 3% av fæinum til nýtslu. Tað eru tey, sum halda, at vónirnar til hetta avkast eiga at avmarkast, og samtíðis eigur eisini útgjaldið úr grunninum at lækka. Avkastið, sum hevur verið góð 3%, tvs. tað, sum grunnurin hvørt ár rindar út til norska statin at seta á fíggjarlógina, eigur at minkast til 2%. Ætlanin fyri 2021 er, at grunnurin skal rinda út til statin 400 mia. norskar kr. ella 3,7% av fænum hjá grunninum. Tað svarar til knappar 300 milliardir danskar kr. 

Oljugrunnurin varð stovnaður fyrst í 90-árunum til tess at tryggja, at stóru inntøkurnar til norska statin frá vaksandi olju- og gassvirkseminum á landgrunninum komu til sættis at mest skilagóðan hátt, tvs. at peningurin varð settur í grunn til eisini at vera komandi ættarliðum til gagns. Og har einans ein lítil partur av yvirskotinum varð brúktur til at menna samfelagið. Grunnurin, sum er tann størsti  av sínum slag í heiminum, hevur verið mettur at vera ein skilagóður máti at  handfara oljupengarnar. Tað er  Norges Bank, sum umsitur grunnin, ið fyrst og fremst ger iløgur í fastar ognir kring heimin. 

Í sambandi við møguligt framtíðar oljuvirksemi í Føroyum hevur frá byrjan eisini verið tosað um at stovna oljugrunn eftir tí norska modellinum. Tá Poul Michelsen var landsstýrismaður í oljumálum helt hann fyri, at vóru stór olju- og gassfund gjørd í Føroyum, so skuldi peningurin í ein oljugrunn og eisini vera við til at fíggja grøna orkuskiftið.