Uttanlands

Norski oljuráðharrin fegnast um turran leitibrunn

Boringin av brunni til at goyma CO2 hevur eydnast so mikið væl, at hon er eitt týðandi stig fram móti fyrstu goymsluni til CO2 í Norðsjónum

Nýggi norski orku- og oljuráðharrin Tina Bru varð við á ársfundinum hjá Norsk Olje og gass í Oslo í gjár og fegnaðist um framstig við CO2 goymslu samstundis sum hon fer at gera sítt til at menna leiting og framleiðslu.

Nýggi norski orku- og oljuráðharrin Tina Bru varð við á ársfundinum hjá Norsk Olje og gass í Oslo í gjár og fegnaðist um framstig við CO2 goymslu samstundis sum hon fer at gera sítt til at menna leiting og framleiðslu.

2020-03-06 11:41 Author image
Jan Müller

[object Object]

Stjórin í Equinor, Eldar Sætre var ein av høvuðstalarunum á ráðstevnuni hjá Norsk Olje og gass í gjár

Norska oljufelagið Equinor og tess partnarar eru lidnir við at bora ein kanningarbrunn sunnan fyri Troll feltið í Norðsjónum. Brunnurin hevði ikki til endamál at finna olju ella gass, men er partur av eini slóðbrótandi verkætlan at finna egnaðar goymslur í undirgrundini, har til ber at goyma framtíðar CO2 útlát. Hetta er liður í norsku royndunum at minka um framtíðar útlátið av veðurlagsgassum. Spurningurin var eisini umrøddur á á ráðstevnu í Oslo í gjár, har m.a. nýggi oljuráðharrin fegnaðist um gongdina.

[object Object]

Soleiðis ímyndar man sær komandi CO2 miðstøðina á Kollsnes í Norra sum fer at kostar 6-7 mia. kr.

Tað var fyri jól, at boripallurin, “West Hercules”, ein gamal kenningur frá føroysku oljuleitingini, fór undir at bora henda óvanliga royndarbrunnin sunnan fyri Troll feltið í Norðsjónum. Tann 2500 metrar djúpi brunnurin er partur av verkætlanini “Northern Lights”, sum er eitt samstarv millum Equinor, Shell og Total. Fyribils úrslitini av boringini eru so mikið góð, at stigtakararnir við hesum meta seg vera komnar eitt munandi stig nærri at gera ta fyrstu CO2 goymsluna til veruleika. Feløgini skulu nú til at kanna tilfarið nærri, áðrenn tey í vár taka avgerð um at seta pengar av til at fara víðari við verkætlanini. Hjá Equinor fegnast tey um gongdina og vóna, at fyrsta CO2 goymslan á norska landgrunninum gerst veruleiki. Norski staturin er eisini við til at fíggja verkætlanina og skal endaliga fíggingin góðkennast av norska Stórtinginum. Útbygging av eini móttøku á Kollsnes er mett at kosta 6,35 mia. kr. Haraftrat skal byggjast ein 100 kilometrar long rørleiðing frá móttøkuni til brunnin í Norðsjónum.

Verkætlanin varð eisini umrødd á ársfundinum hjá Norsk Olje og gass í Oslo í gjár. Har tóku bæði forsætisráðharrin og oljuráðharrin undir við, at tað almenna ber part av kostnaðinum.

“Eg hevði ongantíð roknað við, at eitt av mínum fyrstu úttalilsum sum nýggjur orku- og oljuráðharri skuldi vera at fegnast um ein turran brunn. Men tað geri eg hervið í dag fegin frammanfyri hundraðtals oljufólki í Oslo, segði Tina Bru, tá hon sum seinasti røðarin á ársfundinum hevði orðið. Hennara boðskapur var, at Norra skal halda fram við at leita eftir olju og gassi og framleiða hesi á ein so reinan hátt sum til ber. Hon helt fyri, at hetta ber til eisini sum partur av Parísavtaluni frá 2015.