Uttanlands

Norski tjóðbankastjórin ávarar ímóti at fara frá oljuni

At vit taka hædd fyri veðurlagsbroytingunum eigur ikki at steðga oljuleitingini og framleiðsluni sigur norski tjóðbankastjórin

2019-02-16 15:56 Author image
Jan Müller

Øystein Olsen, sigur sambært norska blaðnum Aftenposten, at Norra hevur onga orsøk til at broyta tilgongdina til olju og gass. At vit taka hædd fyri veðurlagsbroytingunum má ikki verða brúkt til at steðga leitingini og framleiðsluni av olju á norska landgrunninum, sum annars politiskir flokkar hava mælt til, heldur hann.

Í samrøðu við størsta blaðið í Norra í sambandi við sína ársfrágreiðing ávarar tjóðbankastjórin grundleggjandi ímóti at broyta prinsippini fyri leiting og framleiðslu av kolvetnum. Í røðu síni ávarar hann ímóti at skunda undir at taka av framleiðsluna av olju og gassi. Onnur fara at standa klár til at taka yvir, har vit sleptu, segði tjóðbankastjórin og vísti á, at tey aðrastaðni í verðini fara at økja um framleiðsluna av olju og gassi, um og tá  avgjørt verður at skerja norsku framleiðsluna.

”Vit eiga framhaldandi at leita eftir olju og gassi, soleingi tað er lønandi. Vit eiga at troyta møguleikarnar, sum liggja her, men taka hædd fyri umhvørvinum tvs. fyri fiskinum og havinum.”

Tjóðbankanstjórin ávarar politikararnar um ikki at steðga olju- og gassframleiðsluni, sum er høvuðsmotorurin í norska búskapinum og vælferðini. Hann vísti á, at skal Norra gevast við at leita eftir og framleiða olju og gass fer tað at hava kolveltandi ávirkan á allar norðmenn, men tað fer at muna lítið í stríðnum móti veðurlagsbroytingunum.

"Vit kunnu fáa stóran vinning og vælferð av framhaldandi oljuframleiðslu í mong ár aftrat, tí heimurin fer at hava stóran tørv á olju og gassi."

Tjóðbankastjórin er bert ein av teimum mongu, sum leggur seg út í kjakið um framhaldandi norska oljuleiting og framleiðslu, sum snýr seg um, hvørt Norra skal fara eftir teimum mettu 52 mia. tunnunum, sum framvegis liggja goymdar í norsku undirgrundini.

Olja og gass hava gjørt Norra til eitt tað ríkasta landið í heiminum við størsta grunni við uppspardum pengum. Í dag arbeiða umleið 10% av norðmonnum í oljuvinnuni.

Orðini hjá tjóðbankastjóranum hava fingið politikarar, eitt nú formannin í Grøna flokkinum at tala at bankastjóranum, sum hann sigur vera einki minni enn eitt amboð hjá oljulobbyini. Hann vísir á, at oljuvinnan er ikki burðardygg, og at tað bara er ein spurningur um tíð, til vinnan ikki lønar seg longur.

Norska Oljudirektoratið sigur í síni seinastu frágreiðing, at kolvetnisframleiðslan fer at halda fram við at vaksa fram til 2023, tá hon kemur í hæddina. Men eftir tað fer hon at minka aftur, og í 2030 fer framleiðslan at verða minkað so mikið, at hon verður tann sama sum miðskeiðis í 90-unum.