Uttanlands

Norskir myndugleikar góðkenna enn eina stóra oljuútbygging

Nú um dagarnar góðkendu norskir myndugleikar útbygging av oljufeltinum Breidablikk í Norðsjónum.

2021-07-04 17:24 Author image
Jan Müller

Tað eru Equinor, Petoro, Vår Energy og ConocoPhillips Skandinavia, sum standa fyri risastóru verkætlanini, iðer mett at kosta 18,6 mia. norskar kr. Keldan goymir 200 mió. tunnur av olju. Ætlanin er at framleiða fyrstu oljuna í byrjanini av 2024.

Arne Nylund, stjóri hjá Equinor fyri verkætlanum og boring, sigur, at tey eru sera væl nøgd við avgerðina hjá myndugleikunum og leggur aftrat, at útbyggingin fer at hava stóran týdning fyri norska oljuvinnu her ikki minst fyri mongu veitararnar, ið verða partur av útbyggingini. Hon fer at skapa nógv arbeiðspláss og geva inntøkur til bæði norska samfelagið og eigararnar.

Umleið 70% av útbyggingarvirðinum fer til veitarafyritøkurnar í Norra og longu eru sáttmálar gjørdir fyri 8 mia. kr. til hesar fyritøkur. Útbyggingin fer serstakliga fram á havbotninum, har borast skulu 23 framleiðslubrunnar. Feltið verður so bundið í Grane pallin nærhendis og oljan síðani flutt umvegis rørleiðing til Sture terminalin. 

Ein av orsøkunum til at tað lønar seg at byggja út nógvar av teimum keldunum, sum eru funnar seinastu árini, er tann sera rúgvusmikli infrastruktururin, sum er útbygdur í norska partinum av Norðsjónum. At nýggj fund kunnu knýta í verandi pallar og rørleiðingar ger tey nógv minni kostnaðarkrevjandi. Hetta er júst sama gongdin vit síggja eystan fyri Føroyar, har framtíðar útbyggingar eru møguligar, tí undirstøðukervið framhaldandi verður útbygt.

Útbyggingin av Breidablikk tekur eisini hædd fyri tí grøna orkuskiftinum. Streymur verður latin til feltið frá Grane pallinum. Her er talan um eina lutvíst nýggja tøkni. Tá Breidablikk er útbygt,  kann tað verða grundarlag fyri at útbyggja onnur felt nærhendis, sum tá verða knýtt í Breidablikk og verða partur av Graneloysnini í grannalagnum. 

Tað er greitt, at avgerðin hjá myndugleikunum at góðkenna hesa seinastu útbyggingina á norska landgrunninum, hevur eisini nógv at gera við at varðveita og menna norska veitingarídnaðin, sum fær úr at gera við ikki bert hesi útbyggingini men eisini fleiri øðrum.

Aker Solutions, sum er kent millum nógvar føroyingar, skal standa fyri útbúnaðinum á havbotninum. Fyritøkan Wood skal standa fyri nýttímansgerð av gamla Grane pallinum, sum tá verður førur fyri at taka ímóti olju frá Breidablikk. Taka vit so rørlegging verður tað TechnipFMC, sum skal hava tað arbeiðið um hendi. Schlumberger Norge er eisini við í arbeiðinum. Sáttmálarnir fara at geva arbeiði á fleiri plássum í Norra, og eingin ivi er um, at her fara eisini fólk frá føroyskum fyritøkum at arbeiða. Bæði Pam Offshore og Faroe Offshore Services hava drúgvar royndir í norsku oljuvinnuni.