Uttanlands

Norski oljugrunnurin størsta vinning nakrantíð

Avkastið ella avlopið í norska oljugrunninum í 2019 svarar til 230.000 danskar kr. til hvønn norðmann. Avkastið á partabrøvum var 26%.

2020-02-27 15:29 Author image
Jan Müller

Tað er ikki eiti á, hvussu væl tað gekk hjá norska oljugrunninum í farna árinum. Tær mongu oljumilliardirnar verða hvørt ár m.a. settar í virðisbrøv av ymsum slag. Og nú talt er saman, er tað eitt ordans avkast, sum norski staturin fekk í 2019. Tað var uppá tilsamans 19,9 prosent, og svarar til 1692 mia. norskar kr. (1232 mia. danskar kr.) Hetta vísir kunning frá grunninum, sum verður endurgivin av Ritzau tíðinastovuni. Hetta er hægsta avkastið í søguni hjá víðagitna grunninum. Tað svarar til 230.000 danskar kr. fyri hvønn norðmann.

Hetta er annars fyrstu ferð, at fæið hjá grunninum er farið upp um 10.000 mia. norskar kr. Virðið hækkaði til 10.088 mia. kr. við endan á 2019.

“2019 var veruliga eitt sera gott ár fyri grunnin,” staðfestir Øystein Olsen, sum er nevndarformaður í norska tjóðarbankanum. Serstakliga væl gekk í hond við íløgum í partabrøv kring heimin. Her var avkastið 26%.

Norski oljugrunnurin er heimsins størsti almenni íløgugrunnur, sum umsitir virðini frá olju- og gassframleiðsluni í Norra.