Uttanlands

Norskur oljurisi leingir um sína livitíð við 20 árum

Kanningar vísa at nógv meira er til av olju á Statfjordfeltinum í Norðsjónum og fer tað at leingja framleiðsluna fram til 2040

Statfjord feltið er ein av stoltleikunum í norskari oljuvinnu og byrjaði framleiðsluna í 1979. Hon skuldi stegða í 2022 men nú vísa kanningar, at so mikið nógv er til av olju í undirgrundini, at framleiðslan kann halda fram til 2040. Stórur dentur verður lagdur á at minka munandi um CO2 útlátið hesi komandi árini.

Statfjord feltið er ein av stoltleikunum í norskari oljuvinnu og byrjaði framleiðsluna í 1979. Hon skuldi stegða í 2022 men nú vísa kanningar, at so mikið nógv er til av olju í undirgrundini, at framleiðslan kann halda fram til 2040. Stórur dentur verður lagdur á at minka munandi um CO2 útlátið hesi komandi árini.

2020-01-10 16:24 Author image
Jan Müller
placeholder

Ein av oljurisunum á norska landgrunninum, Statfjord, sum ætlanin var at taka niður í 2022, fer eftir øllum at døma at leingja munandi um sína livitíð, við nærum 20 árum. Sambært Equinor fer Statfjord at framleiða til 2040. Nýggjar kanningar av undirgrundini vísa, at oljuøkið er nógv størri enn higartil hildið. Statfjord fevnir um tríggjar framleiðslupallar, A,B og C. Statfjord hevur longu framleitt olju í 40 ár fyri eitt virði uppá 1600 mia. norskar kr. Framhaldandi framleiðslan á Statfjord fer at tryggja túsundtals arbeiðspláss og nýggjar inntøkur til bæði landskassan og oljufeløgini.

Feløgini, sum eru partnarar í hesi søguligu verktætlanini eru Vår Energi, Spirit Energy Norway, Petoro, Idemitsu Petroleum Norway og Wintershall Dea Norge. Equinor er fyristøðufelag og fer nú undir at gera eina nýggja ætlan fyri framtíðina hjá teimum trimum pallunum, sum verða uppgraderaðir til nýggju framtíðina. Ætlanin er at bora 100 nýggjar brunnar í hesum sambandi fram til 2030 sigur Equinor á heimasíðu síni. Hetta fer at krevja nýggjar íløgur. Eisini verður stórur dentur lagdur á at minka um útlátið av veðurlagsgassum. Ætlanin er at kunna minka CO2 útlátið við 40% fram til 2030. Tað er so eisini partur av samlaðu ætlanini hjá Equinor at minka útlátið við 70% í 2040 og niður á null % í 2050.

Statfjord liggur í Tampen økinum har norðuri á norska landgrunninum, á markinum millum Norra og Bretland. Norski parturin av kelduni er 85,47%. Keldan varð uppdagað í 1974. Fyrsti parturin av útbyggingini varð liðugur í 1979, tann næsti í 1982 og tann triði í 1985.

placeholder