Uttanlands

Norskur professari: Torført um ikki ógjørligt at venda oljuprísgongdini

Sjálvt um tað eydnast at fáa Opec, Russland, USA og onnur lond at minka um framleiðsluna, so broytir tað ikki minkandi eftirspurningin og harvið oljuprísin

Líka mikið hvat Trump og hansara starvsfelagi í Saudi-Arabia finna út av fyri at avmarka framleiðsluna, so verður tað metlági eftirspurningurin, sum avger oljuprísin heldur norskur professari

Líka mikið hvat Trump og hansara starvsfelagi í Saudi-Arabia finna út av fyri at avmarka framleiðsluna, so verður tað metlági eftirspurningurin, sum avger oljuprísin heldur norskur professari

2020-04-05 16:22 Author image
Jan Müller

[object Object]

Ætlaði fundurin, sum er fráboðaður í Opec, og har Russland møguliga eisini skuldi luttaka, er vorðin útsettur til komandi hósdag.

Videofundurin skuldi vera mánadagin, men Opec londini siga nú, at tey hava tørv á at fáa meira tíð til at umrøða eina møguliga lækking av framleiðsluni.

Ymiskar tulkingar eru til útsetan av fundinum. Rygstad Energy í Norra ivast í, um ein avmarking av framleiðsluni fer at hava ætlaðu ávirkanina á prísin. Aðrir greinarar halda, at nettupp avgerðin at útseta fundin vísir, at londini standa langt frá hvørjum øðrum.

Millum teirra, sum royna at fáa Opec og Russland at lækka framleiðsluna, er amerikanski forsetin, Donald Trump, sum hevur hótt við at leggja toll á innflutta olju úr Russlandi og Saudi-Arabia fyri at verja amerikonsk arbeiðspláss - um ikki ein semja fæst, sum kann skapa javnvág aftur á marknaðinum.

[object Object]

Saudi-Arabia hevur lagt undir seg stóran part av heimsins tangaflota fyri at herberga síni oljuframleiðslu, sum tað ikki sleppur av við vegna minkandi eftirspurningin

Oljuprísurin, sum var komin heilt niður á 22 dollarar í farnu viku, hevur nú togað seg upp á umleið 35 dollarar fyri tunnuna. Orsøkin til brádligu broytingina eru tíðindini um, at Opec hevur kallað til fundar, har roynt verður at koma til sættis um eina nýggja avmarking av framleiðsluni saman við Russlandi og øðrum londum skrivar Bloomberg. Men nú er støðan vorðin so mikið álvarslig, at tað eisini eru onnur oljuframleiðandi lond, kanska millum 20 og 30, sum mugu vera við í eini avtalu.

Norski professarin Dag Harald Claes frá Institutt for statsvitenskap á Universitetetinum í Oslo sigur við heimasíðuna e24, at hann roknar ikki við, at tað fer at eydnast Trump forseta saman við Opec at bjarga oljuprísinum, sjálvt ikki við hjálp úr Russlandi, tí koronasóttin hevur longu skatt eftirspurningin so mikið nógv, at tað vendist ikki aftur bara við eini avtalu um at avmarka framleiðsluna.

Norski professarin heldur, at tað sjálvandi kann gera ein mun, um lond sum Russland, Opec og USA semjast um eina gongd, sum kann hækka oljuprísin, men trupulleikin er bara tann, at eftirspurningurin eftir olju er minkaður so mikið nógv, at tað verður sera torført at skrúva eina avtalu saman, sum kann venda gongdini.

Rystad Engery metir, at minkaði eftirspurningurin hevur við sær, at tað verða framleiddar 25 mió. tunnur minni av olju hvønn dag. Ein orsøk er flogvinnan, sum stendur fyri stórum part av oljunýtsluni, ið nærum er heilt uppsteðgað.

Trupulleikin er eisini, at allar goymslur í heiminum eru um at vera fullar, og londini, sum framhaldandi framleiða olju, standa uttan goymslumøguleikar. Tó hevur Saudi-Arabia tikið stig til, tí tað hevur ráðini til tess, at leggja undir seg ein stóran part av heimsins tangaflota.

Norski professarin fær undirtøku fyri sínum sjónarmiðjum frá Helga Martinsen í DNB Markets, skrivar e24. Støðan hjá Saudi-Arabia er óbroytt, síðani Russland sýtti fyri at taka undir við at økja um avmarkingina av framleiðsluni. Landið fer bara at ganga við til at skerja framleiðsluna nú, um eisini onnur lond fylgja við, og her verður so serliga hugsað um lond sum USA, Kanada, Brasilia, tvs. at hesi londini skulu vera við í eini lækking saman við Opec og Russlandi sigur Martinsen.

Tað verður eisini sera trupult at hava eftirlit við framleiðsluni hjá 20-30 londum sigur norski Dag Harald Claes, sum eisini vísir á, at søguliga hevur Opec ikki altíð livað upp til leiklutin sum eftirlitshavari við framleiðsluni.

Hetta kom til sjóndar undir prískreppuni í 1986, tá vit sóu Saudi-Arabia skerja og skerja sína framleiðslu, men gavst so, tí hini Opec londini als ikki fylgdu við, og tí endaði prísurin niðri á 10 dollarum fyri tunnuna.

Claes vísir á,  at Opec gjøgnum tíðina bæði hevur havt góða ávirkan á prísin, men eisini tað øvugta. Tað, sum so er heilt serstakt við verandi støðu, er, at ein sótt er orsøkin til, at eftirspurningurin er farin í botn. Nakað, sum eingin hevur sæð og hevur verið førur fyri at steðga. Royndirnar hava annars verið, at eftirspurningurin er bara vaksin og vaksin fyri so onkuntíð at steðga.

Claes sigur, at møguliga er líkamikið, hvat oljuframleiðandi londini gera við framleiðsluna nú. Hann ber ótta fyri, at  lági oljuprísurin fer at standa við ella minka uppaftur meira, tí eftirspurningurin er í botni og fer ikki at vaksa sum støðan er vorðin nú við korona.