Uttanlands

Nú 10.000 mia. kr. í norska oljugrunninum

Marknaðarvirðið svarar til 1,9 mió. norskar kr. uppá íbúgvan í Norra

2019-10-28 12:49 Author image
Jan Müller


Marknaðarvirðið av norska oljugrunninum, sum alment verður nevndur ”Statens Pensjonsfond Utland”, SPU, fór fríggjadagin upp um 10.000 mia. norskar kr., hvat svarar til umleið 7.500 mia. danskar kr. Hetta veit DR at siga frá. Umleið helvtin av inntøkunum kemur frá oljuframleiðslu, meðan hin helvtin stavar frá avkastinum frá íløgum, sum grunnurin ger.

”Avkastið frá íløgunum á altjóða fíggjarmarknaðunum hevur verið so mikið stórt, at tað kann samanberast við at hava funnið olju enn einaferð,” sigur Ingve Slyngstad, stjóri í Norges Bank Investment Management.

Marknaðarvirðið uppá 10.000 mia. norskar kr. svarar til 1,9 mió. kr. uppá íbúgvan í Norra.