Innanlands

Nýbrot innan oljuleiting: Føroyar og Bretland bjóða út samtíðis

Dyrnar til leiting eftir olju og gassi millum Føroyar og Bretland latnar upp í morgun

2019-07-11 20:37 Author image
Jan Müller

[object Object]

Reyðu økini eru tey í 32. útbjóðing í Bretlandi og sum sæst liggja mong teirra tætt upp at føroyska markinum.

Tíðindi/Greining. Tann 11. juli 2019 kann gerast ein varði í føroyskari oljusøgu. Henda dagin, tvs. í morgun, hendi tað, at tvær grannatjóðir – møguligu eindømi yvirhøvur í altjóða oljuleitisøgu – lótu upp útbjóðingar í sama øki og um somu tíð. Og eisini í ávísan mun við somu treytum. Hetta er úrslitið av tí góða og miðvísa arbeiði, sum Jarðfeingi undir tess nýggju leiðslu við Niels Christian Nolsøe og frægu jarðfrøðingunum á stovninum, hava staðið fyri. Og sjálvsagt í góðum samstarvi við embætisverkið í Tinganesi, har fólkini á UVMR, og her eisini føroyska sendimanninum í London, undir leiðslu av einum virkisfúsum landsstýrismanni, hava verið við til at fyrireika útbjóðingina og fáa hana til høldar. Og so mikið væl er hetta arbeiði greitt úr hondum, at uppskotið til nýggja útbjóðing til leiting eftir kolvetnum á føroyska landgrunninum varð einmælt samtykt á løgtingi herfyri.

Við hesum góða førningi í lastini kundu myndugleikarnir í báðum londum í morgun varpa út til altjóða oljuheimin, at tað nú er klárt at søkja um loyvi at leita eftir olju og gassi í m.a. einum stórum øki á Atlantsmótinum, sum liggur báðumegin markið millum londini. Føroyskir og bretskir myndugleikar hava umframt at fyrireika ávikavist 5. útbjóðing í Føroyum og 32. útbjóðing í Bretlandi, eisini havt tætt samskifti um at samskipa útbjóðingarnar báðar, við tí fyri eygað at skapa uppaftur størri áhuga fyri hesum útjaðaraøkinum sum heild.  Nú kunnu oljufeløg nevniliga søkja um loyvi, sum liggja bretsku megin markið, og samstundis eisini søkja um loyvi, sum liggja beint hinumegin markið – í føroyskum øki. Hetta kann gerast ein stórur fyrimunur fyri feløgini, sum síggja alt Atlantsmótið heilt úr Hetlandi og til Føroya sum ein og sama oljulandslut.

Á heimasíðunum hjá myndugleikunum í Bretlandi og Føroyum verður greitt frá møguleikum og treytum umframt at víst verður til útbjóðingina hjá grannanum. Útbjóðingarnar báðar lata so aftur 12. november. Eftir tað fara so myndugleikar í Føroyum og Bretlandi at viðgera tær umsóknir, sum eru innkomnar. Loyvini verða latin í fyrru helvt av 2020.

Sjálvandi er eingin trygd fyri, at hesin nýggi leisturin at bjóða út øki uppá, fer at eydnast til fulnar. Tað veldst um so nógv. Fyrst og fremst um prospektivitetin, tvs. møguleikarnar fyri at finna olju og gass í undirgrundini. Harnæst hava treytir eisini nógv at siga, nú hetta økið á Atlantsmótinum er í kapping við nógv onnur øki kring heimin. Oljuprísurin er so sjálvandi eisini nakað, sum kann hava ávirkan á áhugan. Haraftrat kemur  eisini tann týdningur, sum longu gjørd fund og vónirnar um nýggj fund, hava fyri komandi leiting. 

At stórur áhugi hevur verið og framvegis er fyri Atlantsmótinum vil so hava alstóran týdning fyri úrslitið av útbjóðingunum. Helst hevur tað eisini týdning, at undirtøkan fyri komandi leiting í Føroyum er so stór, og hetta kann merkja, at feløgini, sum skulu gera íløgur her, kenna seg meira trygg.

Sum partur av útbjóðingunum ynskir Poul Michelsen, landsstýrismaður í einum opnum brævi oljufeløgum vælkomin til Føroya og sær hann fram til eitt samstarv við bretsku grannarnar á oljuøkinum í framtíðini.

Marknaðarføringin av útbjóðingini hevur eisini alstóran týdning, og í hesum sambandi hevði  stjórin á Jarðfeingi herfyri á kunnandi tiltaki í London framløgu um føroysku útbjóðingina. Hetta varð gjørt samtíðis sum bretar løgdu fram kunning um teirra útbjóðing. Umboð fyri meira enn 50 oljufeløg lýddu á. 

Stjórin á Jarðfeingi gjørdi í samrøðu við oljan.fo herfyri vart við, at tiltakið eydnaðist væl, men legði tó dent á, at tað enn er alt ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um úrslitið av útbjóðingini. Tó kann staðfestast, at áhugi er fyri føroyska økinum, men um tað førir til umsóknir er ómøguligt at siga í verandi støðu.

(Meira um útbjóðingarnar í komandi greinum)